Herfyri hevði Glasir vitjan av 15 arkitektum frá donsku arkitektafyritøkuni Henning Larsen.

Hesi vóru á námsferð í Føroyum. Fyritøkan ger nógvar ymiskar uppgávur m.a. skúlabygging, og tí vildu tey síggja Glasir.

Steinfinn Várlíð Jacobsen, útbúgvingarleiðari á yrkisnámi á Glasi, gav arkitektunum rundvísing á Glasi.

Henning Larsen hevur teknistovur nógva staðni, eisini í Gøtu, har fyritøkan hevur Henning Larsen North Atlantic.