22. juni var gott lag á FSA-næmingum. 90 næmingar fingu váttan fyri skúlaskeið og tvey fingu endaligt prógv.

Dagurin varð hildin við røðum og handan av váttanum og prógvum.

Landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum, Bárður á Lakjuni, kom eisini á gátt. Hann sang tveir sangir og segði nøkur orð eisini.

Niðanfyri eru myndir frá hugnaløtuni.

KVF var eisini á staðnum og gjørdi eitt innslag til Dag og viku. Til ber at síggja tað her.