19. juni fekk Pætur Cadua Reinert sveinabræv sum útbúgvin kokkur. Pætur byrjaði í læru sum kokkalærlingur á Glasi 16. august 2022.

Pætur hevur í lærutíðini á Glasi eisini verið í praktik bæði í Áarstovu og á Hotel Hilton.

Hann hevur í síni lærutið havt ábyrd av høvðusmáltíðum á Glasi, har dentur hevur verið lagdur á grundleggjandi matgerð av kjøti, fiski, suppum og sósum – alt frá grundini av.

Pætur var millum tveir teir fyrstu kokkalærlingarnar, sum hava tikið sveinaprógv á matvøruútbúgvingini í Klaksvík.

Niðan fyri eru myndir frá prógvhandanini, har starvsfelagar og Anna Østerø, køksleiðari á Glasi, vóru til staðar.