17. juni var hátíðarløta á Hægri Námi á Glasi fyri lesandi, ið hava lokið Marknaðarførslu útbúgving, HD 1. part útbúgving og Diplomútbúgving í leiðslu.
Una Joensen, rektari á Glasi, helt røðu og handaði prógv. Jákup Bech Jensen, undirvísari og samskipari, bar eisini heilsan til tey lesandi.
Hjartaliga til lukku øll somul við prógvinum.
MARKNAÐARFØRSLUBÚSKAPUR

Hesi vóru til staðar til prógvhandan. F.v. Jákup Bech Jensen (undirvísari), Bergur Poulsen, Alexandra á Bøgarði, Adelheit Juul, Ditte Joensen, Krista Winther Lognberg, Rutt Jacobsen.
DIPLOMÚTBÚGVING Í LEIÐSLU

Hesi vóru til staðar til prógvhandan. F.v. Jákup Bech Jensen (undirvísari), Dóra D. Gaard, Beinta Tummasardóttir Klein, Rita Heradóttir, Malan Nolsøe Samuelsen, Elisabeth Restorff Hansen, Maja Johanne Warberg, Gunn H. Olsen, Jenny Persson, Sophus Dahl Christiansen, Helfrid Poulsen, Steinbjørn Hardlei (undirvísari).
HD 1. PARTUR

MYNDIR FRÁ PRÓGVHANDAN





