Hallur Oskar Olsen og Rúni Johannesen, undirvísarar á Glasi, hava júst givið út nýggja lærubók í virkisbúskapi til frisørlærlingar. Sonevndur salongbúskapur. Bókin er givin út í egnum forlagi, Vetur.

Høvuðshugsanin hevur verið at skraddaraseyma tilfarið til frisørlærlingar, fyri at betra um læringina og gera hana meira praktiska. Hetta er millum annað gjørt við at taka óneyðugt tilfar burtur, laga málið meira eftir talumáli og hava samrøður við frisørar. Samrøðurnar hava givið betur innlit í, hvør roknskaparligi tørvurin hjá frisørum er, og hvussu tilfarið best kann lagast til frisørlærlingar.

Hallur hevur roynt tilfarið við einum frisørholdi seinasta skúlaár, og í ár hevur núverandi hold tikið bókina í brúk.

Glasir ynskir Rúna og Hallur hjartaliga til lukku við bókini.