Vísindaklubbin á Glasi bjóðar forvitnum børnum til vísindi í frítíðini – heilt ókeypis. Enn eru einstøk pláss tøk í filosofi-klubbanum.
Er nakað rætt og skeivt í senn? Hevði tað verið stuttligt at vita alt í heiminum? Hvussu smakkar ein skúmfidus í grundini? Fyri børn í 4.-5. flokki, sum hava áhuga fyri slíkum spurningum, er nýggja skeiðið hjá vísindaklubbanum í heimsspeki/filosofi upplagt.
Í vísindaklubbanum ganga børn til vísindi, eins og tey kunnu ganga til onnur frítíðarítriv sum t.d. hondbólt ella tónleik. Børnini verða undirvíst av næmingum á Glasi, sum júst hava verið á skeið saman við øðrum næmingum úr Føroyum og Danmark í at undirvísa í vísindaklubbanum á Glasi.
„Vit gleða okkum ordiliga nógv, tí tað er mega stuttligt at filosofera saman við øðrum. Vísindaklubbin í heimsspeki er øðrvísi enn tað, ein er vanur við í skúlanum, tí undirvísingin er meira interaktiv, og tað ger tað veruliga stuttligt. Vit eru so sera klár at taka ímóti børnunum,“ sigur Róar Rúnason, sum er ein av teimum fýra undirvísarunum í heimsspeki-klubbanum á Glasi.
Heimsspekisklubbin er skipaður kring ein portal, sum leiðir børnini út í alskyns (ómøgulig) tankeeksperiment. Her møta tey ymiskar tvístøður, sum tey saman skulu kanna við hjálp av filosofiskum amboðum.
Filosofi-klubbin verður á Glasi hvønn týsdag kl. 15.00-16.30 í viku 43-49.
Les meira og melda til á www.videnskabsklubben.dk
Á myndini omanfyri eru frá vinstru: Maiken Janusardóttir, Ranja Kristina Odsdóttir Hentze, Maria Ejdesgaard Hansen og Róar Rúnason. Hesi fýra fara at hava vísindaklubba í heimsspeki. Myndin er tikin í sambandi við upplæring til hetta, sum hesi fýra og nógv onnur hava verið á í Danmark. Mynd: Janus Moos/Videnskabsklubben.
Um Vísindaklubban
Vísindaklubbin er ein felagsskapur, sum gevur børnum møguleika at ganga til vísindi í frítíðini – eins og tey kunnu ganga til hondbólt ella tónleik. Børnini verða undirvíst av sjálvbodnum miðnámsskúlanæmingum, og saman kanna tey heimin við støði í vísindaligum háttaløgum, kritiskari hugsan og hópin av stuttligum royndum. Vísindaklubbar eru kring alt Danmark og á Glasi í Føroyum.
Vísindaklubbin fær m.a. stuðul frá Novo Nordisk Fonden og Villum Fonden (náttúruvísindaligu klubbarnir) og A.P. Møller Fonden (humanistisku klubbarnir). Í Føroyum hevur LÍV stuðlað vísindaklubbanum á Glasi.