Glasir søkir eitt mannfólk* at byrja skjótast gjørligt í farloyvisstarvi á serbreyt skúlans.

Hevur tú eginleikar at kveikja forvitni og stimbra læring? Og hevur tú áhuga, saman við tínum starvsfeløgum, at menna næmingarnar á serbreytini? So er hetta kanska rætta farloyvisstarvið til tín.

Á serbreytini starvast sjey undirvísarar, umframt samskiparin á serbreytartoyminum.

ARBEIÐSUPPGÁVUR
Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. sjálvstøðugt og saman við øðrum at:

  • undirvísa næmingum á serbreytini í ítrótti og rørslu, umframt øðrum viðkomandi lærugreinum
  • tryggja trivnað og samleikamenning

FØRLEIKAR
Sum undirvísari á serbreytini skalt tú hava námsfrøðiliga útbúgving – eitt nú útbúgving sum lærari, námsfrøðingur ella aðra viðkomandi hægri útbúgving. Starvsroyndir á serøkinum, hóskandi yrkisfakligir førleikar og/ella royndir ella útbúgving innan ítrótt ella rørslu, herundir útilív, kunnu vera ein fyrimunur. Væntað verður, at tú ert sjálvstøðug/ur, virkisfús/ur, forvitin, ágrýtin og fleksibul, umframt at tað fellur tær lætt at knýta samband við næmingarnar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Tekniska Lærarafelag (FTL) og Fíggjarmálaráðið. Talan er um farloyvisstarv við setan skjótast gjørligt, til 30. juni 2027. Farloyvisstarvið er fulltíðarstarv.

NÆRRI KUNNING OG UMSÓKN
Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Katrin Kvilt Olsen, samskipara á serbreytartoyminum, á telefon 22 20 23 ella t-post kon@glasir.fo. Umsókn og lívsrensl, saman við møguligum prógvum og viðmælum, skal sendast talgilt til starv@glasir.fo. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 16. oktober 2026, kl. 12:00 (á middegi).

UM OKKUM
Á Glasi eru vit um 250 starvsfólk og 1.700 næmingar, lærlingar og lesandi, sum nema sær eina av okkara mongu útbúgvingum á miðnámi, yrkisnámi, hægri námi, serbreyt, skeiðsdeplinum og føroyskum sum annaðmál. Kjarnuuppgávan hjá okkum er at búgva og útbúgva næmingar, lærlingar og lesandi. Hesa uppgávu royna vit hvønn dag at røkja samvitskufult og við nærlagni. Vit stremba eftir at kveikja áhuga og forvitni fyri læring og menning, og meta hetta at vera okkara avgerandi leiklut í samfelagnum.

*Javnstøðunevndin hevur givið loyvi til at søkt verður eftir persónum við ávísum kyni, tí mett verður, at starvið sum undirvísari á serbreytini er treytaleyst kynsbundið sambært §3, stk. 2 í javnstøðulógini. Ein orsøk er, at setti undirvísarin skal kunna hava eftirlit við skiftingarrúmum í sambandi við undirvísing í ítrótti og rørslu.