Í viku 40, dagarnar 28. septembur til 2. oktobur, fara 13 flokkar á gymnasialum miðnámi á námsferð. Leiðin gongur ymsastaðir í Europa – Rom, París, Barcelona, Prag, Lissabon, Malaga, Milano.

Ein flokkur hevur gjørt av, at námsferðin skal vera í Føroyum.

Gott og væl 250 næmingar umframt lærarar eru við á ferðini. Vit ynskja øllum ein góðan túr.