Hósdagin 22. oktobur verður fyrilestur við Jakob Sorgenfri Kjær í Atrium á Glasi. Fyrilestlurin verður í 2. blokki og er fyri øll á Glasi.

Fyrilesturin verður í sambandi við SkíggjaSunn átakið, sum Betri Trygging skipar fyri 2. árið á rað. Jakob Sorgenfri Kjær, ið er journalistur og rithøvundur, fer at seta sjóneykuna á talgildar miðlar og tøkni mitt í eini vitlíkiskollvelting, og hvussu henda tøkni hevur ávirkað okkum øll í mun til eginleikar sum at halda eina pausu, fordjúpa okkum, nærveru, svøvn, samband og felagsskap.

Í sínum journalistiska arbeiði hevur Jakob Sorgenfri Kjær í nógv ár fingist við at kanna, hvussu talgilda tilveran ávirkar menniskjað, samfelagið og fólkaræðið.

Í 2024 gav hann út bókina, KIG OP, har hann á kritistkan hátt viðgerð, hvussu skíggjanýtslan hevur broytt okkum.

Í fyrilestrinum vísir hann á nýggjastu vitanina frá granskingini og samantvinnar hana við erlig, viðkomandi og sárbær dømi frá privat- og arbeiðslívi, um hvussu skermarnir koma ímillum okkum menniskju. Men hann vísir eisini á praktisk amboð, so at vit kunnu endurvinna tamarhaldið á tøknini og fáa eina sunna javnvág ímillum tøkniliga og veruliga lívið.