Í komandi viku verður árliga norðurlendska bókmentavikan, sum er eitt átak at fáa fólk at savnast um upplestur og bókmentir og á henda hátt at styrkja lesigleðina.

Bókasavnið á Glasi fer í hesum sambandi at seta á stovn lesibólkar – ella bókaklubbar – á Glasi fyri hetta skúlaárið.

Tey, sum hava hug til at vera við í slíkum lesibólki, kunnu koma til Bind og les á bókasavninum í 1. fríkorteri týsdagin 10. november, tá vit skipa bólkarnar. Tit velja síðani sjálvi, hvat tit vilja lesa í bólkunum.

Um ikki ber til at møta týsdagin, kanst tú skriva til Paulu Gaard pag@glasir.fo.

Fá meiri at vita komandi týsdag ella við at skriva til pag@glasir.fo