Herfyri vóru tríggjar norskar kvinnur úr Oslo á vitjan á Glasi. Orsøkin var, at tann eina, Annette Hvam, var skiftisnæmingur gjøgnum Nordplus Junior-skipanina í Studentaskúlanum í Hoydølum í septembur 1990. Tá búði hon hjá familjuni hjá Lailu Hentze og gekk í sama flokki sum Laila í Hoydølum.

Men tað var ikki fyrstu ferð tær hittust, tí hálvt ár frammanundan, í mars 1990, vóru Laila Hentze og Anna Maria Østerø nevnliga skiftisnæmingar gjøgnum somu Nordplus-skipan á Persbråten Videregående Skole í Oslo í ein mánað. Tá búði Laila hjá familjuni hjá Annette Hvam og gekk í sama flokki sum Annette. Mamma Annette, Kristin Hvam, hevur altíð droymt um at vitja Føroyar, og loksins eydnaðist tað í heyst.

Annars var ætlanin, at tær báðar skuldu vitja Føroyar við ferðamannaskipi í septembur í fjør úr Skotlandi, men tíanverri tarnaði ódnarveður skipinum at leggja at í Føroyum, og tað vendi tískil við aftur til Skotlands.

Við á ferðini til Føroya í heyst var eisini ein vinkona Annette, Lailu og Onnu Mariu. Tað var Liv Hannisdahl, sum eisini gekk í sama flokki í Oslo sum Annette. Liv vitjaði Føroyar saman við ommu síni, Sigrid, á ólavsøku í 1992, og tær vitjaðu tá familjuna hjá Lailu.

Í mai í ár vóru Laila og systir hennara, Ann, í Oslo og vitjaðu Annette, Kristin og Liv og fingu eina ógloymandi góða uppliving í allarbesta summarveðri.

Teir norsku gestirnir hava m.a. vitjað í Gásadali, Kvívík, Vestmanna, Tjørnuvík, Dali, Kirkjubø, Velbastað, Tjóðsavnið í Hoyvík og Havnina.

Nordplus

Nordplus Junior skipanin er ein frálík skipan, sum gevur næmingum møguleika at vitja onnur Norðurlond, uppliva ein annan gerandisdag, eitt annað mál og eina aðra mentan. Okkara mentanir eru tó ikki heilt ólíkar, og tí er hetta eisini ein góður máti at sanna alt tað, sum líkist og samantvinnar okkum í Norðurlondum. Hetta er eisini ein góður møguleiki at læra eitt annað norðurlendskt mál og knýta vinabond millum grannalond.

Ein tøkk verður send til Claus Reistrup, ið var lestrarvegleiðari í Hoydølum í 1990-unum, og sum bar so í bandi, at Laila og Anna Maria kundu fara til Oslo gjøgnum Nordplus-skipanina og knýta vinabond tvørtur um hav. Tær vóru teir fyrstu føroysku skiftisnæmingarnir, sum luttóku í hesari skipan.

Utrolig gøy

Heimafturkomin skrivaði Annette Hvam hetta til Lailu:

“Det var utrolig gøy å komme tilbake til Færøyene etter så mange år. Å få oppleve naturen og menneskene. Og bli tatt så godt imot (igjen) av min vertsfamilie.

Av minnene fra 36 år siden må jeg trække, at Færøyene slo Østerrike 1-0 i fodbold og vi feiret i Tórshavn sentrum sammen med tusenvis av andre mennesker. Vi var også på en skoletur ut på en av øyene som gjorde inntrykk på meg.

Fra årets besøk tar jeg med meg mange inntrykk fra både den fantastiske naturen, den varme mottakelsen og innblikk i den færøyske kulturen.”

Á myndini ovast eru frá vinstru: Annette Hvam, Laila Hentze, Kristin Hvam og Liv Hannisdahl.