Føroyska A-landsliðið í fótbólti stakk inn á gólvið á Glasi undan dystinum móti Póllandi á Tórsvølli 12. oktober.
Landsliðið hevur sum sið at ganga sær ein túr á miðdegi á dystardegi, og hesu ferð gekk leiðin út á Glasir.
Fleiri leikarar hava havt sína gongd á Glasi, og onkur teirra gongur her. Fyri aðrar var hetta fyrstu ferð, at vitjað var á skúlanum, m.a. hjá landsliðsvenjaranum Håkan Ericson, sum var hugtikin av bygninginum og umstøðunum.
Magni Mohr, ið er fysiskur venjari hjá liðnum, skipaði fyri sinnisvenjing í einari skúlastovu, har hann fekk leikararnar at skifta rørsluna á einari fimmkrónu, sum teir høvdu bundið í ein trá. Tankar eru sterkir.
Siðani var farið niður í høllina at gera venjingar, spæla bóltspøl og hugna sær, áðrenn liðið fór heim aftur at gera seg til reiðar til dystin móti Póllandi.
Børn hjá starvsfólki á Glasi, sum vóru við foreldrum til arbeiðis, fingu eisini eina ørgrynnu av autografum frá leikarum og venjara.
Niðanfyri eru nakrar myndir av vitjanini.