Í NOVEMBER Í ÁR LÝSTU GLASIR EFTIR TEKNISKUM LEIÐARI. NÚ ER GREITT, AT TAÐ VERÐUR ÁLVUR JØKLADAL, SUM TEKUR VIÐ AVBJÓÐANDI STARVINUM.
Eitt tíðarmót í føroyskari skúlasøgu endar, tá Egon Øregaard leggur frá sær sum tekniskur leiðari á Glasi fyrst í komandi ári. Egon hevur meira enn nakar myndað teknisku útbúgvingarnar her á landi seinastu 40 árini, bæði sum stjóro á Tekniska Skúla í Tórshavn síðani 1979 og síðani sum tekniskur leiðari á Glasi.
Nú vit søktu eftir nýggjum tekniskum leiðara, var áhugin fyri starvinum stórur. 18 umsóknir komu inn, og setanarbólkurin hevur nú gjørt av at seta Álv Jøkladal í starvið.
Álvur Jøkladal er 45 ára gamal, útbúgvin elektrikari og maskinmeistari og hevur hollar royndir og førleikar innan virkisøkið. Álvur hevur drúgvar royndir sum ráðgevandi elverkfrøðingur og royndir innan maskinyrki, bæði í Føroyum og uttanlands. Hann hevur somuleiðis viðkomandi leiðsluroyndir.
Álvur Jøkladal starvast í løtuni hjá Petur Larsen P/F í Fuglafirði sum el-installatør og møntørur av maskinum til fiskiídnaðin. Hann byrjar í starvinum 1. februar 2022. Egon Øregaard heldur fram sum tekniskur leiðari á Glasi, til Álvur tekur við.
Vit ynskja Álvi til lukku við starvinum.