Í farnu viku vitjaði amerikanska sendistovan í Keypmannahavn á Glasi.
Meg Young, sum hevur arbeitt innan amerikanska diplomatiið í 15 ár, greiddi næmingum og lærarum frá sendistovuvirksemi sum heild. Eisini varð trivið í amerikanska forsetavalið, sum var í november mánaði.
Búgvi Poulsen, útbúgvingarleiðari á Glasi, var vertur fyri vitjanina.