Fríggjadagin kl. 13:30 vitjar 20 ára gamla Najmo Kiyasko úr Somalia Glasir, har hon fer at tosa um lagnuferð sína frá einum tvungnum hjúnabandi í Somalia til Íslands, har hon í dag er aktivist. Sum 13 ára gomul flýddi hon úr Somalia. Einsamøll megnaði hon at ferðast norður ígjøgnum Sahara, Sudan, Malta og endaði í Íslandi.
Tað er ungdómsbólkurin hjá Amnesty, sum skipar fyri tiltaki, sum er partur av Fólkafundinum í Tórsgøtu tann 27. oktober. Undan Fólkafundinum fáa vit á Glasi høvi at hoyra hana. Tað verður í Fyrilestrarsalinum á 1. hædd, tættast við Atrium, fríggjadagin 25/10 kl 13:30. Ætlanin er, at Najmo sjálv skal greiða frá í einar 10 min.
Lesið meira um Fólkafundin og Najmo Kiyasko her.