24. september 2024 vitjaði danski rúmdarfarin, Andreas Mogensen, á Glasi. Vitjan hansara í Føroyum var at varpa ljós á rúmdina sum eitt arbeiðsøki fyri føroyingar og føroyskar fyritøkur.

Andreas Mogensen og fylgi vórðu púra bergtikin av rundvísingini, tey fingu á Glasi henda dagin. Tey vitjaðu øll verkstøðini og vóru eisini á gátt hjá einum flokki á náttúrubreytini.

Kl. 10.30 var Atrium á tremur við fólki. Allir næmingar, lærlingar og lesandi á Glasi vóru savnaði í Atrium saman við undirvísarum og starvsfólki. Eisini flokkar av Skúlanum á Fløtum og Eysturskúlanum vóru til staðar – væl omanfyri 1.000 í alt – tá Andreas Mogensen trein á pallin fyri at hava framløgu fyri fjøldini.

Magni á Lakjuni, vararektari á Glasi, bjóðaði vælkomin og takkaði Andreas Mogensen fyri báðar vitjanirnar hjá honum á Glasi. Tann fyrra tann 12. februar í ár beinleiðis úr rúmdini á stórskíggja, og so í “egen person” henda dagin. Tann 12. februar fingu næmingar á Glasi høvi at seta Andreas Mogensen spurningar. Tann síðsti spurningurin var, hvat hevði gjørt størst inntrykk á rúmdarferðini, og svarið var greitt og skjótt, at úr rúmdini síggjast eingi landamørk. Har er alt eitt. Hetta er viðkomandi og hugvekjandi, havandi heimsstøðuna í huga við kríggi og ófriði.

Í sambandi við framløguni fekk Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsarvninum, handað Merkið, sum Andreas hevði við sær út í rúmdina. Hetta verður nú sýnt fram alment á Tjóðsarvninum í heyst.

Annie Fjallsá, stjóri á Næmingatænastuni á Glasi, endaði løtuna við at takka Andreas Mogensen fyri spennandi fyrilesturin, og handaði honum bókina “The Faroe Islands – A magical land & ocean safari”, sum kavarin og myndamaðurin Ingi Sørensen hevur gjørt, í gávu.

Niðanfyri eru myndir av vitjanini hjá Andreas Mogensen, sum Erla Rajani tók.

Summi nýttu høvið at taka eina mynd av sær og Andreas Mogensen. Hesar myndir eru tøkar her.