24. september vitjar danski rúmdarfarin Andreas Mogensen Glasir. Vit á Glasi høvdu tað serstakliga forkunnuga høvi at tosa við hann úr rúmdini í februar mánaði í ár. Tá avráddu vit, at hann mátti koma á Glasir, tá hann kemur til Føroyar – og tað verður nú tann 24. september.

Skráin fyri dagin er henda:

  • Um níggjutíðina kemur Andreas Mogensen og fylgi á Glasir
  • Her verður skipað fyri rundvísing á skúlanum
  • Kl. 10:30 Undirvísarar og næmingar, lærlingar fara oman í Atrium.
  • Kl. 10:45 Andreas Mogensen tosar í Atrium.
  • Kl. 11:15 Andreas Mogensen handar Tjóðsavninum Merkið, sum hann hevði við sær út í rúmdina
  • Kl. 11:30 Tiltakið endar við myndatøku

Tá tiltakið endar, er møguleiki fyri at fáa tikið floksmyndir saman við Andreas Mogensen niðri í Atrium.

Tiltakið er fyri næmingar, lærlingar og lesandi á Glasi og innbodnum gestum.