Fríggjadagin 17. november hevði Glasir vitjan av Eli Brimsvík og Petur Juul Jacobsen frá Landsfelag handverkaranna.
Hetta er eitt afturvendandi tiltak, har arbeiðarafeløgini koma inn á skúlan fyri at kunnað um arbeiðsviðurskifti hjá lærlingunum, m.a. um treytir, skyldur og sømdir hjá lærlingum.
Spurningar sum, hvat ein skal verða varðin við, tá sáttmáli verður undirskrivaður við lærumeistaran, og hvussu lærlingurin tryggjar, at hann fær tað, ið hann hevur krav uppá, vóru viðgjørd.
Nógv varð eisini tosað um tann peningaliga partin, so sum løn og serliga eftirløn. Eftirløn er ikki nakað tey 17-18 ára ungu ganga nógv upp í. Tí var hesin parturin sera viðkomandi at tosa um nú, so at hetta verður sjónliggjørt fyri teimum ungu, so tey fylgja við, hvar eftirlønin endar.
Trygd á arbeiðsplássinum var eisini uppi og vendi, serliga við atliti til arbeiðsklæðir.
Eisini varð komið inn á, hvussu akfelagið kann fhjálpa og stuðla lærlingum í læruni, um trupulleikar stinga seg upp.
Einir 130 lærlingar luttóku á tiltakinum fríggjadagin 17. november.