AT TEKNA SKÚLAN GRØNAN

Vinnarin av 500 kr. í tekningikappingini hjá grønu nevnd Glasis, Grasir, var í farnu viku funnin: Sanna Dulavík.

Dómsnevndin við Juliu Rutt Petersen, Unn Højgaard á Lað og Napoleoni Smith, mettu hennara tekningar at vera “góðar, grafiskt týðuligar og hóskaðu best til endamálið”. Tveir aðrir teknarar verða samstundis heiðraðir fyri sín beinrakna penn, Nancy Nónskarð Dam og Elin Maria Ólavsdóttir Hansen. Nancysa tekningar vóru skemtiligast og høvdu sál, og Elin Mariusa sýndu gott listaligt handverk, og tí ætla vit eisini at brúka hesar tekningar í ætlanini at grønka Glasir og fáa skil á ruskinum.

Evnið á teknikappingini var sum vant at skapa nýggj skeltir til ruskspannirnar í húsinum og sum heild at kunna okkara næmingar og starvsfólk betur um, hvat ið skal í hvørja spann, ávikavist brennbart rusk, pappír, fløskur… og møguliga í framtíðini matskrell, um Serbreytin fær hønur aftur, og lívfrøðisnæmingar kanska kundi fingið ein kompost upp at standa á teimum rúmu hektarunum uttanfyri. Hetta er í øllum førum eitt umráðandi stig á leiðini at ganga á odda fyri einum grønum atburði!

Nancy Nónskarð Dam