Næmingar á Glasi fara námsferð til München í døgunum 13. til 20. mars. Tey fylla ikki alt flogfarið og eini 20 pláss eru tøk. Flogið verður beinleiðis úr Vágum til München 13. mars og heimaftur 20. mars.

Ferðatíðurnar eru hesar:

13. mars kl. 13:45 Vágar-München – lenda kl. 17.40 lokala tíð.
20. mars kl. 10.50 München-Vágar – lenda kl. 12.55

Prísurin er kr. 3.000,- aftur og fram. Hotell er ikki íroknað.

Um tit hava áhuga í hesum túrinum, kunnu tit seta tykkum í samband við Bjørn Krog, umsitingarleiðara, sum umsitir túrin. Teldupostur: bjk@glasir.fo