Mikudagin 22. juni vóru prógvhanandir á Hægri Námi á Glasi, har 37 lesandi fingu prógv í ávíkavist Tænastubúsapi, Fíggjarbúskapi og fyrra parti av HD-útbúgvingini.

Beata Leifsdóttir Skaalum var ein av teimum, sum fekk prógv mikudagin. Hon hevur lisið Tænastubúskap og greiðir í videobrotinum omanfyri frá, hvat hon hevur fingið burturúr. Nýggir flokkar í Tænastubúskapi og Fíggjarbúskapi byrja í august 2022. Kanska tú burdi søkt inn á Tænastubúskap, sum er ein tvey ára yrkisakademisk útbúgving á Hægri Námi á Glasi? Umsóknarfreistin er 1. juli. Søk inn her.