Beinta Karbech Mouritsen staðið námsfrøðiligu útbúgvingina

3. juni 2020

Í dag, mikudagin 3. juni 2020, gjørdist Beinta Karbech Mouritsen, ið dagliga undirvísir á klædnaatstøði á Glasi, liðug við verkliga partin av námsfrøðiligu útbúgving síni. Vit ynskja henni hjartaliga til lukku.

Vegleiðari hevur verið Jóannes Gaard. Uttanhýsis metari var Noomi í Dali. Unn Zachariassen hevur verið námsleiðari.