“Außergewöhnliches gut!” Frumsýningin leygarkvøldið var óvanliga væl fagnað av áskoðurunum – og skotsmálini eru góð! Her eru nøkur kut úr tí, sum er skrivað um leikin (og sum kanska kunnu beina teg beina leið inn á www.atgongumerki.fo):
- “Glæsiligi karmurin um sangleikin ”Cabarét” fekk tað besta fram í stórslidnari og væl frágingnu uppsetingini á Glasir. Willkommen, bienvenue, welcome – So koyrdi leikurin. Sum áskoðari kendi eg meg vælkomna frá fyrsta anslagi. […] Í góðar tveir tímar, umframt ein hálvan tíma steðgur, koyrdi leikurin fyri øllum sansum” – Gulla Øregaard
- “Tað var alt samalt serstakliga flott, tá Sangleikurin Cabaret varð frumsýndur í gjár. Sangur, leikur, tónleikur, búnar – og bygningur! Glasir er altso annað enn ein byggigøla. Flottari kulissur kundi leikurin illa fingið. Kanska vit við tíðini – tá byggigølan ikki longur skuggar fyri øllum – fara at virðismeta handan útskeldaða bygningin? Operahúsið í Sidney byrjaði sum ein størri byggigøla enn Glasir…” – Sjúrður Skaale.
- “Stóra takk fyri upplivilsi […]. Tað er torført at fáa armarnar niðuraftur frá í gjárkvøldið eftir at hava upplivað frumframførsluna av sangleikinum “Cabaret” á Glasir. Bravo, bravissimo – sigi eg bara! Einastandandi avrik av øllum luttakarum: sjónleikarum, sangarum, dansarum, tónleikarum – eitt risastórt 12-tal. […] Hetta er 10. sangleikur, sum miðnámsskúlanæmingar hava luttikið í. Allir leikirnir hava verið góðir á hvør sín hátt. Men mín persónliga meining er, at hetta er tann leikur, sum hevur størstu innihaldsligu dýpd. Hetta er tann leikur, sum ikki sleppur takið á tær, eftir at leiktjaldið er fallið. Hetta er tann leikur, har gaman og álvara veruliga ganga hond í hond …” – Dorthe Pedersen
So vit himprast ikki við at viðmæla tær at keypa atgongumerki nú á www.atgongumerki.fo