Blokkdagin 11.oktober vóru næmingarnir í Myndlist B í Listasavni Føroya, har tær sóu framsýninginaKringsýni hjá Bjarne Werner Sørensen við nonfigurativum málningum og prentum, ið eru merkt av flótandi, organiskum mynstrum. Næmingarnir fingu í gávu frá savninum hvør sítt eintak av bókini Kringsýni, ið varð givin út í sambandi við framsýningina.  Harumframt varð hugt at málningum hjá Ingálvi av Reyni og Hansinu Iversen og síðani fóru næmingarnir til verka á myndlistaverkstaðnum á Glasi, har uppgávan var at mála ein abstraktan málning við støði í eini uppstilling – Tað er ikki sum at siga tað, at skapa ein málning soleiðis eftir einum degi, men við ágrýtni og áhuga letur mangt seg gera, og tí endaðu blokkdagurin við eini fínari, lítlari málningaframsýning við málningum hjá: Onnu-Mariu, Anný, Barbaru, Ingibjørg, Ingileyg, Katrin, Malenu, Randi, Sáru, Sissal, Sjøfn og Sólvá.