Við íblástri frá okkara felags yvirskrift “Menniskja og Náttúra”, arbeiða vit, á serbreytini, við náttúruringrásum. Vit hava valt millum annað at gera eina framsyning av einum blómukjóla. Næmingarnir verða undirvístir í, at náttúran livir, følnar og verður aftur til mold. Næmingarnir hava gjørt ein blómukjóla, myndir verða tiknar hvønn dag frá mánadag til fríggjadag, síðan fara vit at eygleiða hvussu kjólin broytir skap sum dagarnir ganga. Endamáli er at næmingarnir gerðast tilvitaðir um, at vit menniskju eru partar av náttúruni og hava ávirkan á hana.
Fríggjadagin verður kjólin tikin niður aftur, og blómurnar verða latnar útaftur í náttúruna, har tær síðan aftur verða til mold.
Blómukjólin verður at síggja í Atrium hesa vikuna. Øll eru vælkomin at fylgja gongdini.
Vinarliga næmingar og lærarar á Serbreytini