Bogi Bech Jensen var opponentur, tá indiski granskarin Pranshu Upadhayay týsdagin 11. desember vardi doktararitgerð. Pranshu hevur granska á Institut Polytechnique de Grenoble, sum er partur av Communauté Université Grenoble Alpes í Fraklandi, har doktaraverjan varð hildin.

Doktararitgerðin snýr seg serliga um endurnýtslu av permanentum magnetum í motorum til elbilar. Magnetirnar innihalda sjáldsamt (‘rare earth’) tilfar sum neodymium og dysprosium, sum EU ynskir at minka um nýtsluna av.Utvinning av neodymium og dysprosium er ikki umhvørvisvinarlig og prísirnir á ráevnunum hava sveiggjað nógv seinastu 15 árini. Í ritgerðini roynir granskarin at koma við loysnum til, hvussu motorar kunnu sniðgevast, so tað er lætt at fáa fatur á magnetunum, tá motorurin hevur tænt fyri seg. Magnetirnar kunnu tá endurnýtast í nýggjum motorum – antin beinleiðis, við at magnetirnar verða endurmagnetiseraðar, ella óbeinleiðis, við at nýggjar magnetir verða framleiddar úr tilfarinum frá teimum endurnýttu.

Tveir opponentar vóru til doktaraverjuna:
Noureddine Takorabet, professari, Université de Lorraine
Bogi Bech Jensen, professari

Verkætlanin er eitt Marie Curie Scholarship, fíggjað av EU Horizon 2020.

Bogi Bech Jensen