Bókin henda mánaðin

Í døgurðatímanum mikudagin 25. september ummældu Lilja Thomasardóttir í 18e og Eydna Cæcilie Dalsgaard í 19a hvör sína bók, sum teimum dámar at lesa. Tiltakið verður aftur í oktober. Lesir tú – ella hevur tú lisið – eina bók, tú vilt ummæla?

Hetta skúlaárið er ætlanin at hava eitt afturvendandi tiltak á bókasavni skúlans, har næmingar hava høvi at ummæla bøkur. Hevur tú hug at ummæla eina bók, sum tær dámdi væl at lesa, ella sum tú heldur vera serliga áhugaverda, so skriva til pag@glasir.fo.

Bókasavnið