Í døgurðatímanum í dag ummæltu Alvi Jespersen í 19v og Sissal Gaard Magnussen í 17b hvør sína bók. Alvi ummælti Sinuhe eftir finska rithøvundin Mika Waltari. Um bókina segði Alvi, at hann hevði lisið nógvar fangandi bøkur, men onga so fangandi sum hesa, sum tók hann aftur í tíðina og inn í søguliga umhvørvið í bókini frá fyrstu síðu. Sissal skrivaði BV3 um Alheimsins einglar. Hon gjørdist undir arbeiðinum sera hugtikin av bókini og vildi nýta hetta høvið at viðmæla øllum at lesa bókina.

Vilt tú ummæla eina bók? Skriva til pag@glasir.fo og ver við næstu ferð.