Mikudagin 13. februar kl. 13:45 – eftir 3. blokk – verður bókmentatiltak í Atrium á Glasi. Næmingar hava tikið stig til tiltakið og Samstarvsnevndin skipar fyri. Á skránni er tónleikur upplestur.
Skráin er hendan:
- Tónleikur framførdur av næmingum á Glasi
- Upplestur av stuttsøgu
- Oddfríður M. Rasmussen leggur fram
- Margreta lesur stuttsøgu
- Slivurdrongurin leggur fram Silvurbókina
- Óluva lesur sína stuttsøgu
- Katrin Joensen Næs leggur fram
Møguleiki er fyri at práta við høvundarnar og ogna sær bøkur.
Tiltakið er fyri næmingum, lesandi og starvsfólkum á Glasi – men øll eru vælkomin.