Vit hava nú sent peningin, sum kom inn til Boliviadagin í ár. Inn komu 156.000 kr harav 110.000 kr vórðu sendar til el TAEPO skúlan. Samstundis sendu vit eisini pengar til neyðhjálp,orsaka av corona, sum Bolivianevndin eisini skipaði fyri at savna saman. Inn komu 26.000 kr Orsakað av corona er útgonguforboð í Bolivia og tískil kunnu tey ikki keypa inn til skúlan fyrr enn í august. Í næstu viku fáa vit at vita, hvat tey ætla sær at brúka teir pengarnar til.

Neyðhjálparinnsavningin er farin til at keypa mat til 150 húski við í miðal 7-8 persónum í bygdini Cochis, har TAEPO skúlin liggur. Hvørt húski fær 5 kg av rísi, 5 kg av sukri, 5 kg av mjøli, 5 kg av pasta, 2 litrar av matolju, WC-pappír og breyð. Herurin gav ikki loyvi til at ganga hús úr húsi, men fólk máttu sjálvi møta upp á savningarstaðnum.

Bakararnir í Sucre fóru heilt tíðliga upp hendan dagin, so tey í Cochis kundu fáa frískt breyð.

María Luísa varð væl móttikin í Cochis.

Carlos Pinto, bygdaráðsformaður í Cochis, stendur fyri útdeilingini.

Felicia Maturano, 108 ára gomul, eldsta fólk í økinum, var eisini møtt upp. Øll í bygdini kalla hana Mamita – lítla fitta mamma.

Fleiri myndir eru at síggja niðanfyri.