Forkunnug vitjan á Glasi til teir næmingar, sum vóru til undirvísing á Boliviadegnum.
Jóannes Eidisgaard, Marianna Hoydal og Randi Meitil hildu upplegg fyri næmingum um týdningin av hjálpararbeiði, hvat hjálpararbeiði í roynd og veru snýr seg um og hvønn mun tað ger.
Fyrrverandi løgmaður og núverandi aðalskrivari í Reyða Krossi, greiddi næmingunum um tað stóra virksemi, sum Reyði Krossur útinnar í øllum heiminum, og um hvussu stóran mun føroyingar kunnu gera.
Marianna Hoydal og Randi Meitil greiddu frá um tí ítøkiligu hjálpina til Bolivia, sum byrjaði í stundentaskúlanum í Hoydølum fyrst í 90’unum. Tær hava drúgvar royndir við hesari innsamlingini og hava meira enn einaferð verið í Bolivia og luttikið í hjálpararbeiðinum og sæð, hvønn mun tað ger við í nær-umhvørvinum.
Úrslitið av Boliviahjálpini 2022 verður kunngjørt skjótt.
Túsund takk til øll, sum hava givið eina hjálpandi hond í ár.