Í Quchis – stutt frá býnum Sucre, høgt upp í Andesfjøllunum í Bolivia – liggur skúlin TAEPO, sum føroyskur skúlaungdómur var við til at stovna í 1990, og sum miðnámsskúlanæmingar hava stuðlað regluliga síðani 2010. Skúlin TAEPO hevur sent okkum myndir, sum vísa, hvat føroyska hjálpin ger og hvat peningurin verður brúktur til. M.a. síggja vit:

  • tá tey fingu fótbóltar frá FSF
  • tá tey vunnu Boliviameistaraheitið í fótbólti fyri skúlar
  • tey ymsu tingini, tey keyptu fyri pengarnar, sum vit sendu teimum í fjørð
  • lutir, sum næmingarnir hava gjørt á skúlanum

Undanfarna árið hava tey m.a. fingið betri arbeiðsklæðir og betri trygdarútgerð og amboð til ymsu verkstøðini – m.a. træ- og metallsmíð og klædnatilvirkan. Tey hava eisini tikið seg nógv fram í fótbólti, við góðari hjálp frá FSF, sum gav teimum 30 bóltar. Tey teknaðu seg til landsumfatandi fótbóltskapping fyri skúlar – og vunnu fleiri kappingar! Hetta gav teimum stóra miðlaumtalu – og samanhald og gleði á skúlanum. Hetta hevur stimbrað tilmeldingarnar, sum skúlin fær, soleiðis at nógv fleiri næmingar nú vilja ganga á TAEPO
Nú, tá Boliviadagurin aftur verður, fara næmingarnir á Glasi at savna pening inn, sum serliga skal nýtast til sengur og madrassur, so skúlin fær hýst nýggju næmingunum, sum koma úr øllum landinum.