HJÁLPIÐ OKKUM AT HJÁLPA
Hvørt ár savna vit næmingar á Glasi pening inn til føroysku menningarverkætlanina í Bolivia. Á skúlanum TAEPO í lítlu bygdini Quchis í Andesf-jøllunum eru tey hart rakt av koronu. Tí er tørvur størri menningarhjálp í ár. Korona ger, at vit ikki kunnu arbeiða fyri peningin, sum vant. Tí er innsavningin í ár øðrvísi, har øll kunnu lata eftir førimuni.
Málið er at savna inn 200.000 krónur, sum fara beinleiðis til at menna skúlan.
Her kanst velja eina upphædd – 100, 200, 300, 500 ella 1.000 krónur – og gjalda beinleiðis við gjaldskorti.
Tú kanst eisini flyta eina upphædd eftir egnum vali á konto 6460 0003763244. Alt ger mun!
Les meira um Boliviahjálpina her.