GREIN EFTIR ANNU JOENSEN-NÆS / MYNDIR: SKÚLIN TAEPO Í BOLIVIA

Føroyski skúlin TAEPO í Bolivia hevur brúk fyri hjálp. Skúlin hevur stóran tørv á neyð-og menningarhjálp. Føroyskir miðnámsskúlanæmingar á Glasi fara nú undir at savna pening inn til skúlan tann 30. mars.

Á hvørjum ári síðani 2010 hevur verið skipað fyri Boliviadegnum á Hoydølum og síðani á Glasi. Hetta er ikki øðrvísi í ár. Á degnum fara miðnámsskúlanæmingar út at arbeiða hjá fyritøkum kring landið og savna inn pening til neyð-og menningarhjálp á skúlanum TAEPO í Bolivia. Tá kunnu fólk kring Føroyar, ið ynskja at stuðla, eisini senda pengar inn.

Skúlin TAEPO Í Bolivia

Í lítlu bygdini Cochis, ið liggur stutt frá býnum Sucre, høgt upp í Andesfjøllunum, finnur tú skúlan TAEPO. Á hesum skúlanum ganga 200 næmingar. Hann er ein samfestur handverkara- og studentaskúli, ið svarar til HTX á Tekniska skúla í Klaksvík. Í býnum eru ikki nógvir útbúgvingarmøguleikar, og tí er hesin skúlin týdningarmikil fyri at tryggja, at tey ungu har kunnu fáa útbúgving. Foreldrini hjá næmingunum hava ofta bert ráð at fíggja eitt av teirra børnum at ganga har. Serliga við handverkara útbúgvingini, hava næmingarnir nógv betri møguleika at klára seg aftaná og stuðla teirra familju.

Uttan føroyskan stuðul hevði skúlin ikki verið til

Føroyar var fyrst partur av donsku innsavningini Operation Dagsværk. Hetta var Landsfelag Føroyinga undir Útbúgving ikki nøgd við. Tey ynsktu, at hava egna føroyska verkætlan ístaðinfyri at vera partur av eini danskari. Tey settu seg í samband við Egil Hoydal, ið tá var í Bolivia fyri Danida. Hann visti um fólk í lítlu bygdini Cochis, sum ætlaðu at byggja ein skúla.

Bolivianarar høvdu gjørt tekningina av skúlanum lidnað og alt var klárt. Einasti trupulleikin var, hvar pengarnir skuldu koma frá. LFÚ tók tí stig til at fíggja verkætlanina. Føroyskur skúlaungdómur var í 1990 eisini við til at stovna skúlan gjøgnum eina stóra innsavning. Verkætlanin var væl umtókt millum føroyingar. Til fyrstu innsavning komu 440.000 krónur inn. Hesir pengarnir vóru brúktir til at byggja skúlan.

Skúlin var um at steingja

Føroyska tiltakið datt tó niður fyri aftur longu árið eftir, og Føroyar gjørdist aftur partur av danska Operation Dagsværk.

Marianna Hoydal, ið er lærari á Glasi, skumpaði undir at fáa tiltakið upp at standa aftur. Hetta var aftaná at hon sjálv saman við familju síni hevði verið og ferðast har niðri. Tað var týðiligt, at skúlin var við at steðga upp. Í 2010 byrjaði innsavningin aftur og síðani tá, hevur hon verið á hvørjum árið á Glasi. Her hava miðnámsnæmingar á Boliviadegnum verið úti hjá fyritøkum og arbeitt, har lønin hjá teimum er farin til innsavningina til TAEPO skúlan.

Tøl vísa at tað ger mun

TAEPO skúlin hevur verið og er eitt undur. Verkætlanin er so væleydnað á fleiri økjum. Hjá nógvum ungum í Bolivia, er eitt teirra størsti dreymur at fáa útbúgving. Í dag hava hundraðtals ung fingið útbúgving gjøgnum skúlan, og møguleikan at vinna sær eina trygga inntøku. Føroyingar hava syrgt fyri hesum gjøgnum innsavningina. Fyri einum trimum árum síðani sendi mentanardeildin í býráðnum í Sucre teimum føroysku skúlanæmingunum takkarbræv við viðurkenning fyri teirra arbeiði seinastu 30 árini. Bolivianski forsetin hevur eisini hoyrt um verkætlanina og hevur síðani vitjað skúlan í TAEPO.

Vit hava brúk fyri tínari hjálp

Vit gerast glað, tá ið vit geva. Tað er lætt at gloyma um umheimin og onnur, tá ið man ikki kennir, at tað viðkemur einum sjálvum. Hesin hugburðurin má broytast. Vit føroyingar hava so góðar liviumstøður her heima. Men hetta er ikki nøkur sjálvfylgja. Nógva aðrastaðni í verðini eru lívskorini ikki nøktandi á nakran hátt. Fyri tevimum árum síðani á skúlanum TAEPO kom fyrsta vesið. Hetta var nakað heilt serligt fyri tey, tí tey ikki høvdu havt eitt áður. Hetta hjálpir at vísa á, at vit her heima og í Bolivia liva í tveimum heilt ymiskum veruleikum.

Soleiðis kanst tú stuðla

Tað ber til at stuðla beinleiðis á kontonr. 6460 0003763244. Eisini verður ein leinkja at finna á heimasíðuni hjá Glasi, ið er opin frá fríggjadegnum tann 25. mars- 10. apríl. Leinkjan vísur til nakrar ávísar upphæddir, man kann velja millum at stuðla við.

Skúlin TAEPO hevur enn einaferð brúk fyri hjálp úr Føroyum. Tí fara vónandi nógv at stuðla Boliviahjálpini 2022

Síggj, hvussu tú kanst geva títt íkast til Boliviahjálpina HER