Yvirlit yvir útbúgving
Hevur tú leiðsluábyrgd ella væntar tú at fáa leiðsluábyrgd, er Diplomútbúgving í leiðslu rætta útbúgving fyri teg. Útbúgvingin leggur dent á tína leiðslu og gevur tær møguleika at menna tínar leiðsluførleikar við at sameina innlit í ástøði og leiðslu. Við Diplomútbúgving í leiðslu fært tú eina førleikagevandi altjóða góðkenda útbúgving á 60 ECTS.
Á Diplomútbúgvingini í leiðslu á Glasi verður m.a. dentur lagdur á:
- at lærarar hava drúgvar royndir og viðkomandi royndir, her ímillum leiðsluroyndir, vitan og innlit í føroysk viðurskifti.
- at arbeitt verður við cases og uppgávum, ið taka støði í viðurskiftum og trupulleikum í virkjum og á stovnum.
- at gestalærarar hava drúgvar royndir í vinnulívinum og leiðslu
- at lesnaðurin gevur tær innlit í bæði klassiska og nýmótans ástøði um leiðslu, fyriskipan og strategi.
Diplomútbúgvingin í leiðslu er javnsett við bachelor útbúgvingar. Útbúgvingin er skipað sum parttíðarlestur og tekur umleið. 2½ ár. Undirvísingin er millum 2-4 dagar um mánaðin, sí tíðarætlan niðanfyri.
Til ber at taka stakar lærugreinir ella alla útbúgvingina.