Onki úrslit

Hugbreyt

Gymnasialt miðnám

Hugbreyt

Hendan breytin er fyri teg, sum hevur serligan áhuga fyri máli, bókmentum og samskifti. Tað, sum eyðkennir hugbreytina, eru tær málsligu og hugvísindaligu lærugreinarnar. Hugvísindi eru vísindi um menniskjað, mentan og mál. Her fært tú innlit í persónsmensku, ymisk mentanarlig viðurskifti og breiða vitan innan hugvísindi, sum er gott grundarlag fyri víðari hægri lestri. Á hugbreytini hevur tú serliga góðan møguleika at arbeiða við bókmentum, heimsmentanum og mentan annars.

Fremmandamál, danskt, enskt, religión, søga, lívfrøði og landafrøði eru lærugreinar, sum mynda hugbreytina. Eins og á hinum gymnasialu breytunum, hevur tú eisini á hugbreytini møguleika at velja ymiskar aðrar lærugreinar, so tú fært ment teg tann vegin, tú hevur hug til. Við at sameina mál og bókmentir við lærugreinar, sum tú velur, gevur hugbreytin møguleika fyri víðari lestri á flestu hægri útbúgvingum innan hugvísindi, samskifti og samfelagsvísindi.

Leiðir á hugbreytini

Leiðsskipanin: Bygnaður og lærugreinar

Á hugbreytini eru fimm leiðir (H1-H5). Leiðirnar eru nevndar eftir teimum A-stigum (og onkuntíð B-stigum), sum eyðkenna leiðina. Á myndini niðanfyri er eitt einfalt dømi um, hvussu leiðin H1 er skipað:

Í teimum fimm køssunum niðanfyri fært tú meira gjølla útgreinað yvirlit yvir tær lærugreinar og teir valmøguleikar, sum tú hevur á leiðunum á hugbreytini.

Hetta skalt tú vita og hugsa um, tá tú velir leið á hugbreytini:

Leiðirnar H1 og H2 hava 5 A stig og 2 B stig. Á H1 hevur skúlin valt danskt A og týskt B. Tú skal bara velja Fremmandamál A og listalærugrein. Á H2 hevur skúlin valt eitt mál afturat tí kravda á breytini (Danskt A), so tú skal velja Fremmandamál B og fremmandamál A.

Á H3, H4 og H5 skal tú velja eina listalærugrein, eitt fremmandamál B ella Danskt A og Fremmandamál A.

Tú ert altíð vælkomin at venda tær til Næmingatænastuna við spurningum um útbúgvingarnar á Glasi. Tú kanst senda teldupost til lv@glasir.fo ella venda tær til ein av lestrarvegleiðarunum í yvirlitinum her.

H1 – Danskt A og týskt framhaldsmál B

Dømi:

 

H2 – Enskt A og danskt A

Dømi:

H3 – Enskt A, lívfrøði B og ítróttur B

Dømi:

 

H4 – Samfelagsfrøði A og landafrøði B

Dømi:

H5 – Tónleikur A/myndlist A og støddfrøði B

Dømi:

Frítt val – lærugreinayvirlit

B* = framhald av C
A* = framhald av C ella B
A** = tvey-ára gongd – tvey-ára gongd, sum kann veljast 1. árið

Les um allar lærugreinar á Glasi

Upptøkutreytir
  • Tað er krav, at tú hevur haft týskt í fólkaskúlanum fyri at verða upptikin á hugbreyt. 
  • Tú skalt hava fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hava samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni. Tú skalt hava lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði og hava lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.
  • Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni.
  • Til ber at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar við talgildum umsóknarblaði, sum virkar saman við dátugrunni, sum skúlar skráseta støðu- og próvmet í. Brúkar tín skúli dátugrunnin, heintar skipanin sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram í umsóknarblaðið.
Yvirlit

Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.