Lestrarvegleiðing

Lestrar- og yrkisvegleiðingin á Glasi er til fyri næmingarnar. Ein lestrarvegleiðari er knýttur at hvørjum flokki, sum fylgir teimum gjøgnum skúlaskeiðið. Gjøgnum skúlaárið avgreiðir lestrarvegleiðarin ymsar uppgávur fyri og við flokkinum og einstaka næminginum. Eitt nú viðger lestrarvegleiðarin umsóknarbløð til studning og lán, kunnar um møguleikar fyri víðari útbúgving ella arbeiði og tosar við næmingin um viðurskifti, sum eru tongd at útbúgvingini.

Fyrsta skúlaárið hava flokkarnir eina gongd, vit nevna lestrarmenning. Hana skipar lestrarvegleiðingin fyri saman við toyminum, sum er knýtt at hvørjum flokki. Lestrarvegleiðingin er næmingsins tænasta og vegleiðing. Sum næmingur skalt tú trygt og í trúnaði kunna venda tær til tín lestrarvegleiðara við øllum viðurskiftum, sum so ella so ávirka ella tína skúlagongd. Trúnaðin tryggja vit við, at lestrarvegleiðararnir hava tagnarskyldu um alt, sum tú vendir tær til teirra við.

Í teigunum niðanfyri sæst, hvør lestrarvegleiðari hevur hvørjar flokkar og nær lestrarvegleiðararnir hava viðtalutíðir

  • Lestrarvegleiðarar og flokkar teirra

    Hvør lestrarvegleiðari hevur ávísar flokkar. Her er yvirlit yvir flokkar og lestrarvegleiðara teirra (dagført 08. september 2021):

    Stakgreinalesandi kunnu venda sær til Hans Mikkelsen (HAM).

    Yvirlit yvir lestrarvegleiðararnar og hvussu tú fært samband við teir (í alfabetiskari røð):

    Alex Ocampo (AOC) – aoc@glasir, tlf. 786704

    Annika M. Mellemgaard (ANM) – anm@glasir.fo, tlf 502525

    Birgir Mortensen (BMO) er lestarvegleiðari fyri hægri nám. Birgir er at hitta í bygningi 700 – bmo@glasir.fo, tlf. 211360

    Hans Mikkelsen (HAM) – ham@glasir.fo, tlf. 504659

    Ísak Sambleben (ISA) – isa@glasir.fo, tlf. 279797

    Jón í Haraldsstovu (JOH) – joh@glasir.fo, tlf. 510445

    Kristianna Mortansdóttir (KRM) – krm@glasir.fo, tlf. 281636

    Martha W. Dalsgaard (MWD) –  mwd@glasir.fo, tlf. 516369

    Rannvá Holm (RAH) – rah@glasir.fo, tlf. 580920

    Rúna Jakobsen (RUJ) – ruj@glasir.fo, 591512


     

  • Lestrarvegleiðingin, viðtalutíðir á Glasi

    Viðtalutíðirnar hjá lestrarvegleiðarunum fyri skúlaárið 2021-22 er niðanfyri. Tær tíðir, tá ongin lestrarvegleiðari stendur at hava viðtalu, er Annie Fjalsá, leiðari fyri Næmingatænastuna, ella onkur annar av lestrarvegleiðarunum til reiðar at vegleiða og leiðbeina.

  • Vegleiðing til einstaka næmingin

    Tann einstaki næmingurin kann eisini fáa vegleiðing um:

    • arbeiðsvanar
    • lestrarvanar
    • fíggjarlig viðurskifti
    • sosial viðurskifti
    • onnur persónlig viðurskifti
  • Felags vegleiðing

    Hvør flokkur fær vegleiðing og kunning um:

    • Lestrartøkni og arbeiðsvanar
    • Vallærugreinavalini
    • Framhaldandi útbúgvingar- og vinnuval
    • Próvtøku

     

  • Skeið um próvtøkuótta

    Skipað verður fyri skeiði í fyribyrging av próvtøkuótta á vári 2022. Skeiðið er serliga ætlað næmingum í 3. hugbreyt og náttúrubreyt og 2. fyrireikingarbreyt, men onnur kunnu eisini luttaka.