Onki úrslit

Lesi- og skrivitænastan

Í Lesi- og skrivitænastuni á Glasi veita vit næmingum, ið hava avbjóðingar við lesing og skriving, hjálp og vegleiðing, so læringin og skúlagongdin verður so lítið darvað sum møguligt.

Lesi- og skrivitænastan heldur til í høli 410.

Teldupostur: lst@glasir.fo

IntoWords á føroyskum

Forritið IntoWords er nú tøkt at nýta á føroyskum á øllum eindum. IntoWords er eitt hjálparamboð til lesing og skriving.

Til ber at lurta eftir tekstum, fáa orðauppskot til skrivingina, gera yrkisorðalistar, har eru innbygdar skriviskablelónir o.a. (sí samlað yvirlit yvir lesi- og skrivifunktiónir her).

Øll á Glasi kunnu brúka IntoWords.

Tað kann leggjast á telduna sum eitt forrit, kann nýtast sum ískoytisforrit á kagum (browsarum) og finst eisini sum ein app til telefonir og Ipad.

Tað ber enn til at brúka CD-orð sum vanligt (til 2025).

Niðanfyri eru ymisk leinki til at taka IntoWords niður, alt eftir hvønn pall tú brúkar. Best er at taka forritið niður á telduna og eisini sum ískoytisforrit til kagar, so er forritið tøkt bæði offline og online. Harumframt er snilt at taka telefonappina niður. (Installatiónsvegleiðing á donskum er her).

Niðanfyri eru leinki til Intowords. Vel tað, sum tú skalt brúka:

IntoWords til Windows

IntoWords til Cloud (Chrome/Edge – ískoytisforrit til kagar – riggar til Mac, Windows og Chromebooks)

IntoWords til Mac (føroyskar røddir eru ikki tøkar til MAC offline, men virkar saman við IntoWords til Cloud)

Intowords til iOS (iPhone og iPad)

IntoWords til Android

Tá forritið er tikið niður, skalt tú rita inn umvegis unilogin við tínum Glasir brúkara. Riggar hetta ikki, royn Microsoft-login.

Eru spurningar og/ella ivamál, kom inn á gólvið í høli 410, so vegleiða vit fegnar.

UM LESI- OG SKRIVITÆNASTUNA

Í Lesi- og skrivitænastuni arbeiða vit við kompenserandi átøkum til næmingar, ið hava niðursett virkisføri. Hetta kann t.d. vera:

– longda tíð til próvtøkurnar

– atgongd til NOTA https://nota.dk/om-nota/bliv-medlem

– hjálparforrit

– talgildar tekstir (OCR)

– tillagaði próvtøkuhøli

– møguleika fyri borðskermum o.l. pedagogiskum amboðum

Hesi átøk koma ikki at ávirka ella standa í próvnum.

FORRIT

Á Glasi hava vit hald til hesi serforrit til undirvísingarbrúk:

CD-ORÐ Windows

IntoWords Windows

IntoWords Cloud

IntoWords Mac

IntoWords IOS

IntoWords Android

CD-ORÐ er eitt forrit, ið veitir lesi- og skrivhjálp við orðauppskotum, upplesing og OCR-viðgerð. Fyrimunurin við CD-orð er, at føroyska málið er integrerað.

CD-ORÐ kann heintast her

Harumframt hava øll á Glasi atgongd til Ordlab.dk, sum er ein talgildur pallur, til øll sum vilja skilja og læra ta lesi- og skrivitøkni (LST), ið tey hava tørv á at duga fyri at kunna virka sjálvstøðugt og óheft í skúlahøpi í samband við lesing og skriving.

Á Ordlab.dk eru +350 videovegleiðingar, sum stutt greiða frá nýggjastu og mest aktellu lesi- og skrivistuðlandi tøknini (til android, chromebook, iphone, mac, online og windows).

Rita inn á Ordlab.dk umvegis WAYF og tín glasir-brúkara her

Førroyskur rættstavari kann heintast her

Næmingar eru altíð vælkomnir inn í lesi- og skrivitænastuna í stovu 410, og so leiðbeina við fegin. Eisini ber til at skriva til lst@glasir.fo

 

 

VIDEOVEGLEIÐINGAR til cd-orð 10,2

Vit hava gjørt átta ymiskar vegleiðingar í at brúka CD-ORÐ 10,2:

 

Hvat er dysleksi?

Orðblindni verður eisini nevnt dysleksi. Dysleksi er eitt spesifikt slag av lesi- og skrivitrupulleikum, sum ikki er treytað av intelligensi ella generellum læringarevnum. Trupulleikarnir eru tískil óheftir av aldri, motivatión og útbúgvingarstøði annars. Dyslektiskir lesi- og skrivitruplleikar hava sín uppruna í nevrologiskum viðurskiftum, sum aloftast eru av arvaligum slag.

Høvuðsavbjóðingar og eyðkenni hjá næmingum við dysleksi
  • Trupulleikar við at avkoda og seta saman ljóð í bókstavum, so teir verða til ljóð í einum orði. Hetta verður nevnt fonologiskir trupulleikar. Hesir trupulleikar gera, at tað kann verða drúgt at lesa og/ella at stava orð.
  • Trupulleikar við at tvíhalda upplýsingum, meðan tær verða tilevnaðar (Tað er meðan ein lesur og skrivar). Hetta slagið av avbjóðingum hevur sín uppruna í einum avmarkaðum arbeiðsminni. Hetta elvir til, at man lesur seint, at lesifatanin gerst avmarkað og skrivingin óneyv.
  • Áðurnevndu viðurskifti føra samanumtikið til eina ikki-automatiseraða lesigongd. Hetta merkir, at lesing av truplum og/ella fakliga tungum tekstum, gerst uppaftur meira torfør. Tá avmarkaða arbeiðsminnið verður uppaftur meira ovbyrjað, darvar hetta samlaðu lesifatanina.
Lestraravbjóðingar hjá næmingum við dysleksi

Tá ein næmingur við dysleksi fer undir ein miðnámsskúlaútbúgving hækka krøvini til lesing og skriving. Hetta førir, vegna áðurnevndu grundeyðkenni, til, at onnur dysleksi-eyðkenni koma til sjóndar. Hesi eyðkenni kunnu t.d. vera:

  •  Lægri lesiferð ella óneyv lesing
  • Møði og/ella hugsavningartrupulleikar
  • Trupulleikar við at orða seg í samband við skriving
  • Trupulleikar við lesing og innlæring av nýggjum orðum
  • Trupulleikar við at skilja faktekstir, serliga um teksturin er á fremmandamáli
Sernámsfrøðiligur stuðul til næmingar við dysleksi

Um næmingar við dysleksi hava avbjóðingar við lesnaðinum, kann ein søkja um og fáa sernámsfrøðiligan stuðul. Endamálið við sernámsfrøðiliga stuðulinum er at kompensera fyri niðursetta virkisførið, sum dysleksi kann hava við sær . Stuðulin tekur støði í førleikum næmingsins. Harumframt er endamálið við stuðlinum at geva næminginum nøkur amboð til at menna lesi- og skrivistrategiir, soleiðis at lesing og skriving krevur minni hugsavnan. Arbeitt verður í høvuðsheitum við kompenserandi KT-forritum, sum kunnu bøta um lesing, skriving og staving.

Dysleksi-eyðkenni frá barni til vaksin

Dysleksi er eitt arvaligt treytað niðursett virkisføri. Dysleksi hvørvur ikki, og ein kann ikki lekjast fyri dysleksi. Tey ítøkiligu dysleksi-eykennini eri kortini broytilig. Hetta merkir, at tær lesi- og skriviavbjóðingar, sum ein persónur við dysleksi hevði sum barn, ikki neyðturviliga eru somu avbjóðingar, sum viðkomandi hevur sum vaksin.

  • Barnið við dysleksi kann hava trupult við at læra at lesa. Sum vaksin lesandi kann ein hava lært at lesa, men lesur ofta seint
  • Barnið við dysleksi hevur tað vanliga trupult við at stava og stavar ofta illa. Sum vaksin lesandi hevur viðkomandi møguliga bert trupult við  at stava ókend orð, fremmandaorð og orðaendingar
  • Barnið við dysleksi hevur vanliga trupult við at skriva. Sum vaksin lesandi hevur viðkomandi møguliga serliga trupulleikar við at seta saman setningar, at byggja upp brot og heilar tekstir.
{{employee.title}}
{{employee.initials}}
{{employee.job_title}}
Útbúgving {{employee.education}}

Lærugreinar

Samband