Onki úrslit

Um næmingatænastuna

Næmingatænastan er samansett av lestrarvegleiðing, lesi- og skrivitænastu, sálarfrøðingi og bókasavni.

Endamálið við næmingatænastuni á Glasi er at tryggja, at okkara næmingar og lesandi fáa tann serfakliga stuðul, ta vegleiðing og hjálp, sum teimum tørva, fyri at útbúgvingartíðin á Glasi verður so góð sum yvirhøvur gjørligt. Somuleiðis vil næmingatænastan eisini vera við til at styrkja fakligu og sosialu menningina hjá næmingunum og at hjálpa við praktiskum spurningum.

Eru spurningar ella ivamál ber altíð til at seta seg í samband við Næmingatænastuna. Heldur einaferð ov nógv enn einaferð ov lítið. Um tørvur er á viðtal ella ráðgeving frá sosialráðgeva samstarva vit við Almannaverkið. Hesum tekur næmingatænastan sær av.

Hjartaliga vælkomin inn á gólvið hjá Næmingatænastuni á 4. hædd, høli 410 – 411 og á bókasavninum á 2. hædd.

Leiðari fyri Næmingatænastuni er Annie Fjallsá, anf@glasir.fo, tlf. 211825

SÁLARFRØÐITÆNASTAN

Far beinleiðis til sálarfrøðitænastuna.
Gevið gætur, at fyrispurningar um viðtalu við sálarfrøðingin skulu setast umvegis lestrarvegleiðingina.