
Lektiukaféin er eitt tilboð, har næmingar hava møguleika at leita sær hjálp, t.d. í samband við innlatingar. Í heyst er lektiukafé týsdag, mikudag og hósdag í sonevnda 5. blokki – frá kl. 15:30 til 17.00 (eisini í 4. blokki mikudagar) í bókasavnasøkinum (sí yvirlit niðanfyri).
Her er gjørligt at fáa hjálp og leiðbeining í lærugreinunum støddfrøði, føroyskt, alisfrøði, danskt, altjóða búskapi og støddfrøði upp til C stigi, men næmingar, lærlingar og lesandi eru væl komin at venda sær til næmingatænastuna, um ynski er um hjálp í øðrum lærugreinum.
“Uden mad og drikke …”
Tað ber illa til at læra meira eftir ein heilan skúladag, um mann er svangur ella tystur. Tí borðreiða vit við tvíflísum, skuffukøku, kaffi og te fyri tykkum, sum koma á lektiukafé.

Tit eru vælkomin at venda tykkum til lestrarvegleiðara tykkara uppi á næmingatænastuni í 411, um tit ynskja hjálp í øðrum lærugreinum.
Lektiukafein er á økinum á 2. hædd uttanfyri bókasavnið