Onki úrslit

Lestrarvegleiðingin

Lestrar- og yrkisvegleiðing á Glasi er til fyri næmingarnar. Ein lestrarvegleiðari er knýttur at hvørjum flokki. Gjøgnum skúlaárið avgreiðir lestrarvegleiðarin ymsar uppgávur fyri og við flokkinum og einstaka næminginum.

Eitt nú viðger lestrarvegleiðarin umsóknarbløð til studning og lán og kunnar um møguleika fyri víðari útbúgving ella arbeiði. Eisini hevur lestrarvegleiðarin samrøður við hvønn einstaka næming um útbúgving, eins og onnur viðkomandi viðurskifti.

Fyrsta skúlaárið hava flokkarnir eina undirvísingargongd, vit nevna lestrarmenning. Hana skipar lestrarvegleiðingin saman við toyminum, sum er knýtt at hvørjum flokki. Her viðgera vit skúlaskipanina, læringshættir, arbeiðsvanar, lesi- og notattøkni, uppgávuskriving, floksmentan og annað, sum er viðkomandi fyri skúlagongdina.

Lestrarvegleðingin heldur til í høli 411 á 4. hædd. Les meira um lestrarvegleiðingina her

Lesi- og skrivitænastan

Lesi- og skrivitænastan á Glasi veitir næmingum, ið hava avbjóðingar við lesing og/ella skriving hjálp og vegleiðing, so at undirvísingin og skúlagongdin verður so lítið darvað, sum møguligt.

Um tú hevur fakligar avbjóðingar, trupult við at lesa ella skriva, fært ov lítið burtur úr tí, sum tú lesur, ella kennir, at tú mást arbeiða munanandi meira enn tínir floksfelagar, so veitir lesi- og skrivitænastan hjálp og vegleiðing, sum kann gera, at júst tín avbjóðing gerst minni.

Lesi- og skrivitænastan vegleiðir og hjálpir m.a. við :

Lesi- og skrivitænastan heldur til í høli 410. Les meira um lesi- og skrivitænastuna her

KT-hjálp

KT er ein avgerandi táttur í so at siga øllum virksemi skúlans. Tær skipanir og tey forrrit, vit nýta, eru neyðug at kenna og duga at brúka. Tá tú byrjar, fært tú brúkaranavn og atgongd til skipanir og forrit. M.a. hesum tekur KT-hjálpin sær av.

Í KT-holuni á 3. hædd fært tú eisini hjálp, um trupulleikar eru við atgongd til skipanir og forrit.

Næmingar á Glasi hava atgongd til m.a. hesi forrit:

Les meira um KT-hjálp her

Sálarfrøðitænastan

Á Glasi er sálarfrøðingur, sum heldur til í høli 410 á 4. hædd í høvuðsbygninginum. Her kunnu næmingar fáa hjálp við avbjóðingum og trupulleikum, sum beinleðis ella óbeinleiðis ávirka tínar møguleikar fyri at vera lestrarvirkin, og sum ikki eru fevndir av ráðgevingini og hjálpini, sum lestrarvegleiðingin og lesi- og skrivitænastan veita.

Teir næmingar, sum kenna seg hava tørv at tosa við sálarfrøðingin, skulu venda sær tiil lestrarvegleiðaran, sum er knýttur at flokkinum. Lestrarvegleiðarin metir um tørvin og skipar fyri, í samráð við sálarfrøðitænastuna, at næminguin fær ta hjálp, sum tørvur er á.

Les meira um sálarfrøðitænastuna her

Bókasavn

Bókasavnið á Glasi er ikki bert eitt savn av bókum. Bókavørðirnir á Glasi veita vegleiðing um, hvussu tú finnur tilfar og hjálpa tær við leitingum eftir tekstum, greinum, bókum, útgávum, filmum og øðrum í ymsum grunnum. Bókasavnið veitir bæði næminguum og lærarum tilfar og hjálp við at leita eftir tilfari til uppgávur, knýttar at undirvísingini.

Harumframt er bókasavnið karmurin um nógv stuttlig og áhugaverd tiltøk. Eittnú yrkingaupplestur, borðspøl, bókaummælisverkstovur, skriviverkstovur, lektiukafé hvønn týsdag, mikudag og hósdag, “les og bind” hósdag í stakviku og mangt annað. Eisini skipar bókasavnið saman við lærarum á Glasi fyri árligu og vælumtóktu stuttsøgukappingini, sum hevur verið afturvendandi tiltak seinastu árini.

Bókasavnið er á 2. hædd á Glasi, beint við Atrium. Hølini ere væl egnaði og útgjørd til, at næmingar kunnu sita og arbeiða í friði og náðum einsæris ella í smærri bólkum. Eisini er møguleiki at telva ella spæla borðspøl, práta og fáa sær ein okkurt gott at til góman úti í atrium beint uttanfyri bókasavnið. Bókasavnið er opið allar skúladagar, og ein av teimum fýra bókavørunum eru at hitta allar dagar frá morgni til út á seinnapartin.

Les meira um bókasavnið her og lektiukafé her.