Á hvørjum ári síðani 2017 hevur verið skipað fyri stuttsøgukapping, fyrst í studentaskúlanum í Hoydølum og síðani á Glasi. Undirtøkan fyri kappingini millum næmingar skúlans hevur verið stór øll árini og tilsamans eru heili 311 søgur sendar inn til kappingina. Nú er bók komin út við stuttsøgum frá kappingini í 2021.
Týskvøldið 20. september var útgávutiltak fyri nýggja stuttsøgusavninum, sum næmingar hava skrivað. Tiltakið var í Sirkus í Havn og var sera væl vitjað. Fimm høvundar lósu upp og tey vóru Eyðbjørg Reynslág, Annika Dalsgaard, Fía W. Poulsen, Sølvi Hoydal og Tórur Andreas Andreasen.
Savnið hevur fingið heitið: “Ikki í dag,” eftir vinnarasøguni hjá Eyðbjørg Reynslág.
Bókin fæst til keyps í bókabúðunum og í Móttøkuni ás Glasi.
Freistin til nýggju stuttsøgukappingina nærkast!
Freistin at senda søgur inn til stuttsøgukappingina í ár er 1. oktober á midnátt. Les meira her
311 søgur og tríggjar bókaútgávur higartil!
Samanlagt 311 søgur eru komnar inn til kappingina hesi árini síðani 2017. Undirtøkan øll árini hevur verið sera góð. Fyrsta árið – í 2017 – komu heili 61 søgur inn til kappingina, og eftir at dómsnevndin hevði mett um søgurnar og vinnararnir vórðu kunngjørdir, varð avgerð tikin um at geva tær bestu søgurnar út í einum savni. Savnið fekk heiti eftir vinnarasøguna ta árið, “Kamparænarin.” Síðani gingu 3 ár við kapping, og í 2020 varð gjørt av at geva savn út við vinnarasøgum og topp trý søgum frá hesum tíðarskeiði. Savnið fekk heiti eftir vinnarasøguni í 2020: “Fjølmánar.”
Í ár kom so nýggjasta savnið út við søgum, sum komu inn til kappingina í 2021.
Rithøvundar í framtíðini
Spennandi verður at fylgja ungu rithøvundaspírunum í framtíðini. Vit vita longu nú, at onkur av teimum, sum hava sent inn til kappingina undanfarin ár lesa á Ritlist-útbúgvingini á Setrinum, meðan onnur eru farin víðari at lesa bókmentir og hava givið meira út. Hvør veit, kanska fara onkrir rithøvundar í framtíðini at siga, at teir skrivaðu sínar fyrstu stuttsøgur til stuttsøgukappingina á Glasi.