GLASIR SKIPAR ENN EINAFERÐ FYRI STUTTSØGUKAPPING MILLUM NÆMINGAR SKÚLANS.

TRÍGGJAR TÆR BESTU SØGURNAR FÁA VINNING Á ÁVIKAVIST 5.000, 3.000 OG 2.000 KR. UMFRAMT VINNINGIN FÁA TÆR BESTU SØGURNAR TILBOÐ UM RITSTJÓRNARLIGA VIÐGERÐ VIÐ ÚTGÁVU Í HYGGJU.

Freistin at senda stuttsøgur inn er 1. oktober 2022

Søgurnar skulu:

vera á føroyskum
vera á leið 1000 orð

Mannagongd, tá ið søgurnar verða latnar inn:
Søgurnar skulu sendast inn á kapping@glasir.fo merktar “stuttsøgukapping”. Søgurnar skulu latast inn í Word-fílu, og fílunavnið skal vera tað sama sum heitið á søguni. Navnið á høvundinum, saman við kontaktupplýsingum (telefon, teldupostur, bústaður), skal ikki standa í sjálvum Word-skjalinum, men skal skrivast í teldupostin. Søgurnar verða síðani sendar víðari til dómsnevndina anonymt.

Einans næmingar á Glasi kunnu taka lut í kappingini.

Tey, ið lata søgur inn, geva samstundis loyvi til, at søgan kann verða almannkunngjørd á heimasíðu skúlans og prentað í møguligari útgávu.

Ein dómsnevnd, sum er mannað við lærarum og rithøvundum, velur vinnandi søgurnar. Heldur dómsnevndin tó ikki tær innkomnu stuttsøgurnar vera virðislønarverdar, tilskilar hon sær rætt til ikki at lata virðislønirnar.

Um spurningar eru, ber til at venda sær til nevndina:
Sámal Soll, Signa Joensen, Paula Gaard, Margreta Knudsen og Malan Poulsen