Henda heimasíða nýtir farspor, fyri at veita tær best møguligu uppliving. Farspor verða goymd í tínum kaga, sum m.a. ger tað møguligt, at kenna teg aftur, tá tú kemur aftur til heimasíðu okkara, og hjálpa okkum at skilja, hvørjar partar av heimasíðuni tú finnur mest áhugaverdar.
Glasir er Føroya størsti útbúgvingarstovnur við yvir 1.500 lesandi og 250 starvsfólkum. Á Glasi ber til at taka yvir 30 ymsar útbúgvingar. Størsta talið av lesandi ganga á miðnámi og á yrkisnámi. Harafturat bjóðar Glasir eina røð av hægri- og víðari útbúgvingum.
Glasir er ein skúli, sum er vorðin til eftir at Føroya Studentaskúli og HF-skeið, Føroya Handilsskúli og Tekniski Skúlin í Tórshavn vórðu lagdir saman í 2015 og í 2018 var flutt í nýggja bygningin í Marknagili. Sostatt eru allir næmingar á Glasi nú savnaðir í Marknagili. Gamli handilsskúlabygningurin, sum liggur omanfyri nýggja bygningin, hýsir nakað av undirvísingini og virkseminum á Glasi, og Skúlaheimið verður stundum nýtt til undirvísing og tiltøk, tá brúk er fyri tí.
Glasir var ein viðarlund ella eitt træ uttanfyri Valhøll, sum var vakrast millum gudar og menn. Træið hevði gylt bløð og á sama hátt sum bløðini hava eina sesong á trænum, kann man siga, at tit koma at hava eina sesong á Glasi, tit koma at vera her í eina tíð og fara so víðari. Onkur eru her í 20 vikur, onnur í 1 ár, 2 ár ella 3 ár.
Navnið Glasir bendist Glasir, Glasir, Glasi, Glasis. Skúlin eigur Glasir, og koma tit at ganga á Glasi, sum Glasis næmingar. Hoyra tit fólk siga “tey á Glasum”, so er okkurt galið. Tað eigur at verða “tey á Glasi”.
Tilsaman eru vit omanfyri 1500 næmingar og 260 starvsfólk.
Undirvísingin á Glasi er skipað í blokkar, sum eru 90 minuttir hvør.
1. blokkur er frá klokkan 08:10 til 09:40
- fyrsti steðgur er frá 9:40 til 10:05
2. blokkur er frá klokkan 10:05 til 11:35
- matarsteðgur er frá kl. 11:35 til 12:10
3. blokkur er frá klokkan 12:10 til 13:40
- triðji steðgur er frá 13:40 til 13:55
4. blokkur er frá klokkan 13:55 til 15:25
- her endar skúlagongdin vanliga dagar, men um fimti blokkur er, er stuttur steðgur millum 15:25 og 15:30
5. blokkur er frá klokkan 15:30 til 17:00