
Bókasavnið
Bókasavnið á Glasi á 2. hædd. Bókasavnið veitir næmingum og lærarum tilfar og hjálp við at leita eftir tilfari til uppgávur knýttar at undirvísingini.
Hósdagar í stak viku
Nú var hon aftur her, myrka tíðin, og á bókasavninum taka vit stokkarnar fram aftur.
Vit binda annan hvønn hósdag í døgurðatímanum (hósdag í stakviku) – binda og práta – og onkur lesur okkurt gott upp úr mongu bókunum á savninum.
Vit byrja hósdagin 27. oktober.
Kom við!

Nýtt tilfar og afturvendandi tiltøk
Bókavørðirnir hava júst verið og keypt inn, so bókasavnið er á tremur við nýggjum spennandi skaldsøgum, yrkingasøvnum og øðrum.
Á bókasavninum fara vit aftur at skipa fyri tiltakinum “Bókin henda mánaðin”. Tað inniber, at tú kanst melda teg til at ummæla eina bók fyri tínum skúlafeløgum.
Melda teg til við at skriva til pag@glasir.fo
Lektiucafé
Týsdagar, mikudagar og hósdagar millum kl. 15:30 og 17:00 er lektiukafé á økinum við bókasavnið. Les meira her
Bøkurnar eru skrásettar í forritinum Aleph. Vit hava 10-talsskipanina, so at allar bøkur hava eitt nummar frá 0 til 100. Tó eru fagrar bókmentir bert merktar fb.
Filmar
Vit hava filmar á VHS og DVD. Spælifilmar eru skipaðir eftir máli: enskt, týskt, franskt, spanskt, danskt og norðurlendskt. Tað ber eisini til at leita í skrásetingini Moviemanager eftir evni t.d. rasima og kríggj.
Greinir og ummæli
Bókasavnið hevur útklipp úr føroyskum og donskum dagbløðum um bókmentir, tónleik, list og onnur evni. Bókavørðurin hevur “greinasavnið” í telduni hjá sær.
Leita eftir tilfari
Niðast á síðuni eru tveir knøttar.
Eini knøtturin – “Leita á landsbókasavninum” – leiðir teg til síðu, har tú kanst leita í øllum tí, sum finst á føroyskum bókasøvnum – ein tænasta undir Landsbókasavninum.
Hin knøtturin – Leita á ebi.fo – leiðir teg til Elektroniskar Bókasavnstænastur á Interneti – EBI
Síðan vit sóust, er mangt spennandi komið út, og á bókasavninum fara vit aftur at skipa fyri tiltakinum “Bókin henda mánaðin”. Tað inniber, at tú kanst melda teg til at ummæla eina bók fyri tínum skúlafeløgum.
Melda teg til við at skriva til pag@glasir.fo