Onki úrslit

Góð talgild amboð

Í gerandisdegnum á Glasi brúkar tú ymisk talgild forrit. Forritini hava ymiskar fyrimunir og funkur, sum kunnu vera sera snildar at brúka, alt eftir hvørja útbúgving tú tekur, og hvør tørvurin er.

Niðanfyri eru leinki til stuttar lýsingar av mest vanligu forritunum.

Góð talgild amboð

word-skjal vs. pdf

Word er eitt forrit til at skriva og viðgera tekst, og er eitt tað mest vanliga forritið at brúka til at skriva tekstir í.  

Tá tú sendir tekst, sum er goymdur sum Word-skjal, víðari til annan móttakara, kann hesin broyta í tekstinum eftir vild. Ein vansi við at senda eitt Word-skjal við t.d. telduposti er, at uppstilling og útsjónd á tekstinum viðhvørt broytist.  

Tekstur í Word kann lesast av lesi- og skriviforritum sum CD-ORÐ og IntoWords, uttan eyka tiltøk. 

PDF er eitt slag av fílu, har tað ikki ber til at gera broytingar í upprunatekstinum uttan so, at móttakarin hevur serligt forrit, sum hevur hesar møguleikar. Tó ber til at seta notur, viðmerkingar osfr. inn í skjalið og goyma tað saman við tekstinum.  

Tekstur, goymdur sum PDF-fíla, varðveitir uppstilling og útsjónd – eisini um annar móttakari opnar fíluna.  

Tekstur í PDF-fílum kann vera goymdur sum mynd ella sum OCR-viðgjørdur tekstur. Um hann er goymdur sum mynd, má hann OCR-viðgerast fyri at lesi- og skriviforrit sum CD-ORÐ og IntoWords kunnu lesa hann upp.

Les meira um OCR-viðgerð av teksti í teiginum “OCR-viðgerð” longur niðri á síðuni.

adobe acrobat reader

Adobe Acrobat Reader DC  

Adobe Acrobat Reader DC kann heintast ókeypis á netinum, og er eitt forrit, sum vit í LST viðmæla at brúka til at lesa og arbeiða við PDF-fílum. 

Í hesum forritinum ber til at markera tekst á ymiskan hátt, litmerkja, tekna, seta figurar inn, skriva notur, gera ljóðnotur og annað. 

Sí videovegleiðingar til ymiskar møguleikar í Adobe Acrobat Reader DC, til dømis at gera ljóðnotur í nýggjaru og eldru útgávuni av forritinum, aktivera snarvegir (shortcuts), gera viðmerkingar og annað. 

Ljóðnotur í Adobe – nýggju útgávuni
Ljóðnotur í Adobe – eldru útgávuni
Aktivera snarvegir (shortcuts) í Adobe
Ger viðmerkingar í Adobe
Videovegleiðingar um Adobe

PDF-vegleiðing til at heinta og installera Adobe Reader DC ókeypis á netinum.  

Word vs. onenote

Word er eitt forrit til tekstviðgerð. Tú arbeiðir inni á einum skjali, har teksturin verður skipaður í reglubrotum, brotum og síðum. Tað ber til at seta myndir, figurar, talvur, tabellir o.a. inn. Hvørt skjal verður goymt sum ein støk Word-fíla á telduni, í skýnum ella á geyma. 

OneNote er væl egnað til at gera notur í. Tú arbeiðir inni á einum stórum “arki”, sum veksur í stødd alt eftir, hvar tú setir tekst og annað innihald inn. Hetta “arkið” kallast ein síða. Innihaldið á síðuni kann skipast fríari og minni linjurætt enn í t.d. Word. 

Í summum fakum hevur lærarin skipað felags “notesbók” til flokkin í OneNote, har hann/hon deilir tilfar í sambandi við undirvísingina. 

Í OneNote kanst tú: 

  • skriva tekst 
  • seta figurar, myndir, symbolir o.a. inn 
  • tekna og skriva við “hond” 
  • seta inn/leinkja til fílur (t.d. PDF) 
  • gera ljóðnotur og kobla ljóðnotur til tekst, figur o.a. 
  • OCR-viðgera tekst og myndir við teksti 

Les meira um at gera notur ljóðnotur í OneNote.

Sí videovegleiðingar frá Ordlab til Windows og Mac: 

OneNote, Windows: Skipa “notesbøkur” og sektiónir
OneNote, Windows: ger síður og undirsíður
OneNote, Mac: Ger og skipa notesbøkur síður og undirsíður
OneNote á Windows, Mac, iPhone og Android

Krevur innritan við Glasir-brúkara. 

ocr-viðgerð

OCR stendur fyri Optical Character Recognition.  

Fyri at talgildur tekstur skal kunna verða lisin upp, er neyðugt, at forritið kann lesa hann.

Í stuttum merkir hetta, at forritið, sum skal lesa tekstin, kennir bókstavir og tekst aftur í hesum talgilda formatinum, og ikki “sær” tað sum eina mynd.  

Tekstur í PDF-fílum kann vera goymdur sum mynd ella sum OCR-viðgjørdur tekstur. Um hann er goymdur sum mynd, má hann OCR-viðgerast fyri at lesi- og skriviforrit sum CD-ORÐ og IntoWords kunnu lesa hann upp.  

Hetta kanst tú gera í t.d. IntoWords og CD-ORÐ

ereolen og ereolen Global

eReolen er eitt e-bóka- og ljóðbókasavn við fagur- og yrkisbókmentum á fleiri málum, harímillum føroyskum.

eReolen Global er eitt e-bóka- og ljóðbókasavn við enskum fagurbókmentum og yrkisbókmentum.

Tú lænir e-bøkur og ljóðbøkur á eReolen og eReolen Global við tínum lánaranummari frá einum av føroysku bókasøvnunum.

Til ber at lesa/lurta eftir bókunum á Windows- og Mac-teldu, umframt á app, sum kann heintast til snildfon og teldil.

Lán og lánitíð
Á eReolen ber til at lána íalt 4 ljóðbøkur og 5 e-bøkur í senn. Hvørt lán steðgar sjálvvirkandi 30 dagar eftir, at tað er stovnað. Bøkur kunnu ikki latast inn, áðrenn lánitíðin er úti.

Á eReolen Global kanst tú í mesta lagi hava 2 lán í senn. Til ber at lata bøkur inn, áðrenn freistin er úti.

Vegleiðingar og leinki
Býarbókasavnið hevur savnað upplýsingar um lánitreytir o.a. umframt video- og PDF-vegleiðingar til eReolen og eReolen Global.

Landsbókasavnið hevur leinki, video- og PDF-vegleiðingar til eReolen og eReolen Global – t.d. niðanfyristandandi videovegleiðing frá Ljóðbókatænastuni um, hvussu tú finnur føroyskar ljóðbøkur á eReolen-appini á snildfon.

Sí eisini vegleiðing um, hvussu tú ritar inn sum lánari á bókasavninum á Glasi.

Rita inn í eReolen-app sum Glasir-lánari
Vegleiðing til føroyskar ljóðbøkur á eReolen
rættstavarin

Rættstavarin frá Setrinum virkar á sama hátt sum aðrir rættstavarar í t.d. Word – tvs. at orð við stavivillum fáa eina reyða striku undir. Eisini verða onkrar málllæruvillur rættaðar.  

Á heimasíðuni hjá Máltøknideplinum eru leinki og vegleiðing til at heinta Rættstavaran

  • til Windows, Mac og online í netkaga (internetbrowsara) 
  • sum ískoytisforrit til Word Online og Google Docs 

Rættstavarin er ókeypis og hevur fría atgongd.  

voisit og Talukennari til kaga (beta)

Við talu-til-tekst kanst tú gera notur við at tosa inn tað, sum tú ynskir at skriva, trýsta á ein knøtt, og talan verður viðgjørd og skrivað sum tekstur í ein teig. Tú kanst kopiera tekstin og seta hann inn har tú vilt – t.d. Word, OneNote osfr.

Tað eru tveir møguleikar at brúka talu-til-tekst á føroyskum:

  • VoisIT – app til smartphone, iPad og nógvar Mac-teldur frá 2020 og seinni
  • “Talukennari til kaga (beta)” til Windows og Mac-teldu

VoisIT

iSolveIT hevur ment ein føroyskan talukennara úr tilfarinum frá Ravnur verkætlanini. Appin eitur VoisIT.

Appin er tøk til Android og iPhone/iPad.

Heinta VoisIT ókeypis:

VoisIT á Mac-teldu
Um tín Mac-telda hevur M1- ella M2-chip, er møguligt, at tú kanst brúka VoisIT-appina beinleiðis á tínari Mac-teldu. Nógvar av nýggjaru Mac-teldunum frá 2020 og seinni hava hendan møguleikan.

Møguleikin at heinta VoisIT á Mac-telduna er treytaður av, at tú frammanundan hevur VoisIT-appina inni á tínari iPhone.

Soleiðis heintar tú VoisIT á Mac-teldu:

  1. Rita inn við tínum Apple-id
  2. Opna App Store og vel títt kontunavn niðast í vinstra horni
  3. Vel “iPhone and iPad apps”
  4. Rulla niður til tú finnur VoisIT á listanum
  5. Vel VoisIT

Prei
Besta úrslitið fæst við at halda mikrofonina á telefonini/teldlinum tætt at munninum ella brúka mikrofon á hoyritelefonum, tá tú tosar tekst inn.

Videovegleiðing og videobrot

Frá VoisIT á snildfon til Word á telduni
VoisIT – Ein Føroyskur Talukennari til Android og iPhone

Talukennari til kaga (beta)”

Við “Talukennara til kaga (beta)” ber til at tosa tekstin inn umframt at gera styttri ella longri ljóðfílur til tekst.

Heimasíðan riggar bert á Windows og Mac-teldum, ikki á smartphone ella teldli.

Fyrstu ferð tú brúkar talu-til-tekst-funktiónina tekur tað longri tíð hjá forritinum at viðgera taluna, enn tað annars ger hareftir. Bert ein viðgerð kann gerast í senn. Tískil kanst tú fáa boð um, at tín umbøn um viðgerð er í kø, um talukenning av ljóðupptøku ella ljóðfílu frá øðrum brúkara er í gongd.

Tænastan er ókeypis og hevur fría atgongd.

Les meira um “Talukennara til kaga (beta)” her.

Prei
Besta úrslitið fæst ofta við at brúka leysa mikrofon ella mikrofon á hoyritelefonum, tá tú tosar tekst inn.

Videovegleiðing

Talukennari til kaga (beta)

ordlab.dk

Á heimasíðuni hjá danska Ordlab eru hópin av góðum og stuttum video-vegleiðingum til IntoWords og CD-ORÐ, umframt til onnur forrit, sum t.d. Word, OneNote, Adobe Acrobat o.a. 

Innrita við tínum Glasir-brúkara.