Onki úrslit

Skabelónir og góð ráð

Tað finnast nógv góð amboð og hættir til at stuðla egnari læring í dagligu undirvísingini – t.d. at skriva notur. Harumframt kann tað vera ein stór hjálp, tá tú fyrireikar teg til royndir og próvtøkur, um tú hevur brúkt hetta sum part av skúlaarbeiðinum gjøgnum árið.

Ert tú ikki von/vanur við at gera notur í sambandi við skúlaarbeiði? Er tað ringt at vita, hvussu tú skalt lesa tekstirnar? Og hvussu tú skalt fara undir skrivligu uppgávurnar? So er hjálp at heinta her á síðuni.

Niðanfyri eru skabelónir til skúlaarbeiði, vegleiðingar og góð ráð.

Notur

Hvat, hví og hvussu

Hvat er notur?
Notur eru ein stuttur samandráttur av tí, sum tú metir hava stóran týdning at draga fram úr tekstinum, sum tú lesur. Tær eiga vera við til at skapa yvirlit yvir innihaldið í tekstinum og skulu tískil vera so stuttar og greiðar, sum gjørligt.

Tað finnast fleiri sløg av notum, sum tú kanst brúka alt eftir, hvussu tær dámar best at arbeiða og eftir endamáli. Tú kanst gera notur til undirvísingina í skúlanum ella til tekstir, sum tú lesur heima, og tað kann vera ymiskt, hvat slag av notum er best til hvørja av hesum støðunum og eisini alt eftir, hvat aktuella fakið er.

Sí meira undir “Sløg av notum”. (Seta leinki inn í “Sløg av notum” til rætta staðið)

Hví gera notur?
Við at seta tíni egnu orð á innihaldið, trupul orð, hugtøk og lyklaorð í tekstinum, arbeiðir heilin aktivt við hesum. Hervið stuðlar tú undir og betrar lesifatanina og sannlíkindini fyri at minnast innihaldið.

Hvussu geri eg notur?
Tað finnast nógvir ymiskir mátar at gera góðar notur, til dømis at skriva lyklaorð ella smáar samandráttir á breddan á síðuni, gera tíðarlinju yvir gongdina í einari søgu, einari kemiskari prosess ella einari arbeiðsgongd og annað.

Skriving, sum vit vanliga skilja tað, er ikki einasti mátin at gera notur. Tá tú arbeiðir talgilt, kanst tú eisini brúka talu-til-tekst til at tosa noturnar inn, so talan av sær sjálvum verður skrivað sum tekstur beinanvegin. Eisini ber til at gera ljóðnotur, har notan leggur seg sum eina ljóðfíl í skjalinum, sum tú arbeiðir í.

Ístaðin fyri ella saman við orðum og teksti, ber eisini til at tekna notur og/ella brúka tekn, kenslutekn (emojis) ella myndir til at draga samanum og draga tað týdningarmikla fram úr tekstinum. Noturnar gerast hervið visuellar og minka um krøvini til stavseting í notunum.

Dømi um at tekna notur:

Grein og innslag frá TV2-tíðindasending: “Blev student som ordblind: tegnede sig fra 02 til 10”.

Ovast á síðuni sæst stytt útgáva av innslagnum og longri niðri á síðuni sæst tað í síni fullu longd.

Tú kanst finna ávísar notur fram aftur, tá tær tørvar tær, við vanligu leitifunktiónini í til dømis Word, Adobe og líknandi.

TEkna notur

Dømi um at tekna notur:

Grein og innslag frá TV2-tíðindasending: “Blev student som ordblind: tegnede sig fra 02 til 10”.

Ovast á leinkjaðu síðuni sæst stytt útgáva av innslagnum, og longur niðri á síðuni sæst tað í síni fullu longd.

Ljóðnotur

Ljóðnotur eru ljóðupptøkur, sum tú gert beinleiðis í skjalinum, tú arbeiðir í í, t.d. OneNote ella Adobe. Hetta kann vera ógvuliga snilt, um tað er torført ella drúgt hjá tær at skriva notur. Á henda hátt fært tú, hóast skrivitrupulleikar, gjørt notur og skjalfest tínar tankar, greiningar o.s.fr., meðan tað enn er klárt í huganum og minninum.

Les meira um, hvussu tú gert ljóðnotur í ávikavist OneNote og Adobe í teigi longur niðri á síðuni.

orðakort

Fyri at skilja ein tekst, er umráðandi at kenna merkingina av orðunum í tekstinum, og í ymisku fakunum møta ofta vit ofta orðum, sum vit ikki kenna týdningin av.

Við at brúka orðakort fæst yvirlit yvir, hvat ókenda orðið merkir. Hetta er ein góður máti at víðka orðafeingið.

Soleiðis gert tú:

  • Skriva aktuella orðið í ein kassa í miðjuni á einum arki
  • Tekna linjur út til 5 aðrar kassar, sum tú setir runt um mittasta kassan:
    • “Eyðkenni”
    • “Dømi” (t.d. skriva orðið í einum setningi)
    • “Samheiti” (synonym)
    • “Er ikki tað sama sum…”
    • “Mynd/tekning”

Hetta gevur eina góða lýsing av orðinum, sum tú kanst venda aftur til eftir tørvi.

Fyri at skilja ein tekst, er umráðandi at kenna merkingina av orðunum í tekstinum, og í ymisku fakunum møta ofta vit ofta orðum, sum vit ikki kenna týdningin av.

Við at brúka orðakort fæst yvirlit yvir, hvat ókenda orðið merkir. Hetta er ein góður máti at víðka orðafeingið.

Skabelón og vegleiðing

Tankakort (mindmap)

Við einum tankakorti (“mindmap”) kanst tú skapa visuelt yvirlit yvir eitt høvuðsevni (til dømis eina skaldsøgu) og ymisk deilevni og aðrar viðkomandi upplýsingar og sambondini herímillum.

Tað ræður um at brúka so fá orð sum gjørligt, tá tú fyllir út tankakort. Hetta krevur, at tú arbeiðir við tekstinum og innihaldinum, og stuðlar undir innlæringina, lesifatanina og minnið.

Soleiðis gert tú:

  • skriva høvuðsevni í ein kassa í miðjuni á einum arki
  • tekna linjur út til aðrar kassar, har tú skrivar eitt undirevni í hvønn.
  • ger linjur frá undirevnunum til nýggjar kassar við upplýsingum, sum eru knýttir at aktuella undirevninum.

Tú kanst gera tankakort talgilt ella við hond. Til ber at brúka bæði orð og stuttar setningar, men tú kanst eisini brúka tekningar, symbolir og kenslutekn.

Nógvur íblástur og dømi um tankakort eru at finna á internetinum.

Skabelón og videovegleiðing

Tankakort (minmap) í Word
kolonnunotur

Við kolonnunotum kanst tú skipa ta vitan og møguligar spurningar, sum teksturin gevur.

Kolonnunotur er eitt skema, við tveimum teigum (kolonnum). Í vinstra teig skrivar tú t.d. lyklaorð ella stuttar setningar og/ella møguligar spurningar, tú situr við til evnið í tekstinum, áðrenn tú byrjar at lesa hann, ella sum stinga seg upp meðan tú lesur. Høgrumegin skrivar tú týdningarmiklar upplýsingar um og/ella svar um evnið, tú hevur skrivað í vinstra teigi. Eisini ber til at brúka kolonnunotat sum eitt slag av tíðarlinju, har tú skrivar t.d. árstal ella tíðarskeið í vinstra teig, og í høgra teig skrivar tað, sum hendi um hesa tíðina.

Skabelón og vegleiðing

tíðarlinja

Ein tíðarlinja er ein visuell lýsing av hendingum settar upp í tíðarrað (kronologiskt). Tíðarlinjan kann t.d. brúkast at lýsa tíðargongdina í eini skaldsøgu, fíggjargongdina í einum landi yvir eitt tíðarskeið osfr.

Tú teknar eina linju, har tú setir aktuellu tíðarskeiðini inn skipað í tíðarrað frá vinstru móti høgru. Út frá hvørjum av hesum tíðarskeiðum gert tú eina linju til ein kassa, har tú skrivar tað, sum tú ynskir at leggja dent á at minnast um júst hetta tíðarskeiðið og/ella setir mynd ella tekning inn. Tíðarlinjan kann eisini nýtast sum amboð til at lýsa eina prosess – t.d. raðfylgjuna, sum eitthvørt handaligt skal gerast í.

Skabelónir og videovegleiðing

Tíðarlinja í Word
vøl-skema

Tað er eitt gott hugskot at brúka til dømis eitt sokallað “VØL”-skema til at fylla út, tá tú lesur tekstin sum fyrireiking, áðrenn tit gjøgnumganga hann í undirvísingini.

“VØL” er eitt danskt heiti og stendur fyri “Hvad Ved jeg?”, “Hvad Ønsker jeg at vide?” og “Hvad har jeg Lært?”.

Skemaið inniheldur tríggjar teigar tvørturum eitt ark, og hvør teigur hevur eitt av hesum heitunum frá vinstru til høgru.

Fyrsti teigurin ger tað sjónligt fyri tær, hvat tú longu veitst um evnið í tekstinum.

Annar teigur hjálpir tær at finna títt lesimál, tvs. sjálvt endamálið við at lesa tekstin – hvat vil eg hava burturúr honum?

Í triðja teigi gerst greitt fyri tær, hvat tú hevur fingið greiðu á og nomið tær av vitan innan evnið.

Tú kanst gera títt egna skema, ella heinta eina føroyska skabelón her.

Notur og ljóðnotur í pdf í Adobe

Adobe Reader DC-forritið er ætlað at opna og lesa PDF-fílur við. Haraftur ber til at gera notur, strika yvir og undir tekst, gera ljóðnotur og annað.

Notur
Tað eru fleiri ymiskir mátar at seta notur inn í PDF-skjalið, til dømis í einum tekstkassa, sum leysan tekst ella sum viðmerking á gulum “post-it”-lepa.

Brúka leititeigin, ið hoyrir til viðmerkingarnar, til at finna ávísar notur aftur. 

Sí videovegleiðingar um, hvussu tú kanst gera notur í Adobe Reader DC.

Ljóðnotur
Tú kanst gera ljóðnotur, sum leggja seg sum eitt symbol á eitt stað í skjalinum, sum tú velur. Til ber at flyta hetta symbolið aftaná upptøkuna, við at draga tað til eitt nýtt stað.

Ljóðupptøkan hoyrist við at dupultklikkja á symbolið.

Upptøkan og symbolið verður goymt saman við PDF-skjalinum, tá tú goymir tað.

Videovegleiðingar:

Ljóðnotur í Adobe – eldru útgávuni
Ljóðnotur í Adobe – nýggju útgávuni
Aktivera snarvegir (shortcuts) í Adobe
Notur og ljóðnotur í onenote

Við OneNote-forritinum kanst tú bæði skriva notur, tekna notur og gera ljóðnotur (OneNote, OneNote Windows 10, OneNote App).

Tað ber til at sameina ljóðupptøkuna við skrivligar notur, tekning, ella til dømis tekn/kenslutekn, sum tú setur inn í sama skjalið, meðan tú gert ljóðupptøkuna. Tá tú hevur endað ljóðupptøkuna, kanst tú so spæla ávís útvald petti av upptøkuni við at trýsta á notuna, sum tú gjørdi, til júst henda partin av ljóðupptøkuni.

Ljóðupptøkan verður goymd saman við OneNote-skjalinum, tá tú goymir tað.

Videovegleiðingar:

GG! Minst til, at um tú nýtir hesa funkuna til ljóðupptøkur av øðrum enn tær sjálvum, er neyðugt at biðja viðkomandi persón um loyvi til tess, áðrenn.

Deildur skíggi (Split screen)

“Split screen” er enska heitið, ið ofta verður brúkt fyri “deildan skíggja”. Tað merkir, at tú deilir skíggjamyndina í tveir ella fleiri partar við hvør sínum opnum “vindeyga”.

Tú kanst velja, hvar tú plaserar ymisku partarnar/vindeyguni á skíggjanum.

Hetta er sera hent, tá tú arbeiðir við fleiri fílum og/ella á internetinum í senn. Á henda hátt kanst tú til dømis hava heimasíðuna við talu-til-tekst á føroyskum opna í vinstru helvt at skíggjanum, meðan tú skrivar í einum Word-skjali í høgru helvt av skíggjanum.

Deildur skíggi lættir um við at gera arbeiðsgongdina smidligari og minni tíðarkrevjandi.

Sí videovegleiðingar frá Ordlab.dk til Windows, Mac ella Chromebook.

Tala-til-tekst

Við talu-til-tekst kanst tú gera notur við at tosa inn tað, sum tú ynskir at skriva, trýsta á ein knøtt, og talan verður viðgjørd og skrivað sum tekstur í ein teig. Tú kanst kopiera tekstin og seta hann inn har tú vilt – t.d. Word, OneNote osfr.

Tað eru tveir møguleikar at brúka talu-til-tekst á føroyskum:

  • VoisIT – app til smartphone, iPad og nógvar Mac-teldur frá 2020 og seinni
  • “Talukennari til kaga (beta)” til Windows og Mac-teldu

VoisIT

iSolveIT hevur ment ein føroyskan talukennara úr tilfarinum frá Ravnur verkætlanini. Appin eitur VoisIT.

Appin er tøk til Android og iPhone/iPad.

Heinta VoisIT ókeypis:

VoisIT á Mac-teldu
Um tín Mac-telda hevur M1- ella M2-chip, er møguligt, at tú kanst brúka VoisIT-appina beinleiðis á tínari Mac-teldu. Nógvar av nýggjaru Mac-teldunum frá 2020 og seinni hava hendan møguleikan.

Møguleikin at heinta VoisIT á Mac-telduna er treytaður av, at tú frammanundan hevur VoisIT-appina inni á tínari iPhone.

Soleiðis heintar tú VoisIT á Mac-teldu:

  1. Rita inn við tínum Apple-id
  2. Opna App Store og vel títt kontunavn niðast í vinstra horni
  3. Vel “iPhone and iPad apps”
  4. Rulla niður til tú finnur VoisIT á listanum
  5. Vel VoisIT

Prei
Besta úrslitið fæst við at halda mikrofonina á telefonini/teldlinum tætt at munninum ella brúka mikrofon á hoyritelefonum, tá tú tosar tekst inn.

Videovegleiðing og videobrot

Frá VoisIT á snildfon til Word á telduni
VoisIT – Ein Føroyskur Talukennari til Android og iPhone

Talukennari til kaga (beta)”

Við “Talukennara til kaga (beta)” ber til at tosa tekstin inn umframt at gera styttri ella longri ljóðfílur til tekst.

Heimasíðan riggar bert á Windows og Mac-teldum, ikki á smartphone ella teldli.

Fyrstu ferð tú brúkar talu-til-tekst-funktiónina tekur tað longri tíð hjá forritinum at viðgera taluna, enn tað annars ger hareftir. Bert ein viðgerð kann gerast í senn. Tískil kanst tú fáa boð um, at tín umbøn um viðgerð er í kø, um talukenning av ljóðupptøku ella ljóðfílu frá øðrum brúkara er í gongd.

Tænastan er ókeypis og hevur fría atgongd.

Les meira um “Talukennara til kaga (beta)” her.

Prei
Besta úrslitið fæst ofta við at brúka leysa mikrofon ella mikrofon á hoyritelefonum, tá tú tosar tekst inn.

Videovegleiðing

Talukennari til kaga (beta)

Uppaftur

Lesifatan

hvat, hví og hvussu

Hvat er lesifatan?

Fyri at fata ein tekst, sum tú lesur, mást tú kunna avkoda tekstin ella hoyra hann lisnan upp fyri tær og samstundis brúka ta vitan, sum tú longu hevur frammanundan – bæði um aktuella evnið og “vitan um verðina”. Við orðunum í tekstinum og tínari undanvitan skapar tú eina hugmynd frá tekstinum, hetta er lesifatan.

Hví hugsa um lesifatan?

Endamálið við at lesa einhvønn tekst er at skilja tað, sum rithøvundurin roynir at miðla til lesaran. Tískil er lesifatan ein ógvuliga týðandi partur av lesing.

Hvussu kann eg betra mína lesifatan?

Góð lesifatan er treytað av, at tú sum lesari ert virkin í tilgongdini við at lesa tekstin. At vera ein virkin lesari merkir millum annað, at tú allatíð gevur tær far um, hvørt tú fatar tað, sum tú hevur lisið higartil í tekstinum – eru tað til dømis orð ella hugtøk, sum tær tørvar at sláa upp í orðabók ella er okkurt, sum tú mást lesa meira gjølla ella umaftur og so framvegis.   

Tað finnast nógvir mátar at vera og/ella gerast ein virkin lesari.

ger notur

Tá tú gert notur, setir tú tíni egnu orð á tað, sum tú heldur hava týdning at draga fram úr einum teksti. Við hesum stuðlar tú undir bæði lesifatan og tí at minnast innihaldið í tekstinum.

Les meira um góða nyttu av notum og hvussu tú kanst arbeiða við notum.

orð og hugtøk

Tað týdningarmikið, at tú skilir orðini í einum teksti, fyri at skilja hann. Í fakunum møtir tú ofta nýggjum orðum og yrkisorðum. Onkuntið ber til út frá samanhanginum at fáa eina fatan av, hvat orðið mann merkja, men ikki altíð.

Tá tú møtir einum orði, sum tú ikki skilir, er umráðandi, at tú leitar orðið upp í orðabók og/ella t.d. googlar tað og sært myndir ella tekningar av tí. Á henda hátt gerst orðið ein partur av orðafeinginum, so tú eisini fært brúkt tað aktivt í orðaskifti í sambandi við undirvísingina og í skrivligum avrikum.

greið frá við egnum orðum

Frálærutekstir ella partar av teimum kunnu viðhvørt vera torførir at skilja. Eitt gott ráð er at royna at greiða einum øðrum persóni frá innihaldinum og tosa um innihaldið.
Tað er gott, um persónurin ikki kennir til innihaldið frammanundan, og tískil kanska setir tær spurningar, sum tú ikki hevur grundað yvir frammanundan; um hetta ikki ber til, kanst tú ímynda tær, at viðkomandi ikki veit, hvat tað er, tú hevur lisið.

Um tær ikki dámar at fortelja og greiða frá fyri øðrum, ber væl til at gera hetta sjálv/ur, og ístaðin ímynda tær ein persón, sum tú skalt miðla tína vitan til.

Við at seta tíni egnu orð og orðingar á tekstinnihald og hugtøk, sum kunnu vera torfør at skilja, arbeiðir tú aktivt við tínari egnu fatan av innihaldinum.

Harumframt sjónligger hendan prosessin fyri tær, um tað er okkurt, tú ikki hevur skilt av tí, sum tú greiðir frá. Tað gerst meira ítøkiligt, júst hvat tað er, ið tú ikki skilir, so tú kanst leita tær svar uppá tað, sum er ógreitt.

Uppaftur

Strukturur

hvat, hví og hvussu

Hvat meinast við strukturi í sambandi við lesi- og skriviarbeiði?

Tað kann ljóða tíðarkrevjandi, roksut og kanska eitt sindur háfloygt at tosa um struktur sum part av skúlaarbeiðinum. Og tað kann kanska eisini tykjast møtimikið at skula fyrihalda seg til í hesum sambandi. Tó kann tað at skipa arbeiðið geva tær eitt betri innlit í egnar arbeiðsvanar og eitt yvirlit yvir, hvar tú ert staddur í arbeiðsprosessini, og hvagar tú ert á veg. Hetta kann í síðsta enda spara bæði tíð og orku og økja sannlíkindini fyri einum betri avriki.

Hví er tað gott at vera tilvitað/tilvitaður um struktur, tá tað ræður um skúlaarbeiði og gerandislívið annars?

Ein vanlig fylgja av dysleksi og øðrum lesi- og skrivitrupulleikum er, at lesi- og skriviarbeiði er ógvuliga krevjandi – bæði tá ræður um orku og um tíðarbrúk. Hetta vísir seg ofta aftur í niðursettari orku til restina av undirvísingini í skúlanum og tí, sum fyllir í gerandislívinum annars.

Við at skapa struktur við skipaðum karmum fyri tekstlesing og skrivligum uppgávum kanst tú minka um hesa negativu ávirkanina. Dømir um skipaðar karmar eru til dømis lesi- og skrivistrategiir.

Fyri at avlasta minnið og skapa yvirlit er skilagott at brúka talgild amboð til skipa heimaarbeiði, hjálpa tær við áminningum og so framvegis. So nýtist tær ikki at brúka orku uppá at minnast hetta, tí tú veitst, at tað er skil á hesum.

Hvussu kann tú skapa ein struktur ella betra um og menna tann strukturin, ið tú longu hevur, í sambandi við skúlagongdina hjá tær? Við ókeypis forritum og appum ber til at fáa hjálp til at planleggja, skipa og minnast til ymiskt, sum tú skalt gera – til dømis Outlook, Kalender, Påmindelser og øðrum á teldu, smartphone og teldli. Aloftast verða skrásetingar, tú gert á einari slíkari app ella forriti á einari talgildari eind, synkroniseraðar til aðrar talgildar eindir, har tú ert innritaður við somu app ella forriti.

lesing

Við at fáa góðar lesi- og skrivivanar betrar tú fortreytirnar fyri at læra og nema tær vitan. Tí er umráðandi at vera tilvitað/-ur um, hvussu tú arbeiðir við tekstum, sum tú skalt lesa og við skrivligum uppgávum.

Niðanfyri eru góð prei um lesistrategiir.

Tað kann kanska tykjast krevjandi at brúka lesi- og skrivistrategiir í fyrstani, men so hvørt tú venur teg við tað, gerst tað lættari og sparir tær tíð og orku í seinna enda.

Lesistrategiir hjálpa tær at fáa so nógv burturúr einum teksti, sum gjørligt.

Saman við lesistrategiunum verður viðmælt at gera notur fyri at stuðla læringini og minninum.


Áðrenn tú byrjar at lesa:

  • Hvat:
    • Skapa yvirlit yvir tekstin
  • Hvussu:
    • Finn útav, nær teksturin er skrivaður og hvør hevur skrivað hann.
    • Les yvirskriftina, undiryvirskrift, sitatir, sum verða drigin fram, kassar við fakta (faktaboks), hygg eftir møguligum myndum, grafum, figurum og les tilhoyrandi tekst.
  • Hví:
    • Yvirlitið gevur tær eitt slag av ímyndaðum korti yvir tekstin, sum vísir tær leiðina gjøgnum hann. Tú fært eina fatan av, hvat tú kanst vænta tær av tekstinum og kanst seta tær eitt lesimál – tvs. hvat tú skalt hava burturúr at lesa tekstin.Yvirlitið og lesimálið geva tær eina ábending um, hvørjir partar av tekstinum munnu vera mest umráðandi – hvat skal lesast gjølla, hvat kann skimmast osfr. Eisini fært tú eina fatan av, um teksturin tykist lættur ella torførur at lesa.
    • Prosessin við at skapa yvirlit aktiverar ta vitan og orðafeingi, tú hevur innan evnið frammanundan, so tað gerst lættari at skilja innihaldið í tekstinum. Harafturat fáa nýggj vitan, orð og hugtøk meira at knýta seg at, so tað festir seg betur í minnið.
  • Eyka prei:
    • Brúka leitifunkuna til at finna týdningarmiklar partar í tekstinum við at seta lyklaorð í leititeigin. Hetta kann geva tær ábendingar um, hvørjar partar tú skal leggja mest orku í at lesa.
    • Snarvegir til leitifunku:
      • Word: “Ctrl + B”
    • Adobe Reader DC, Chrome, Edge, IntoWords Cloud: “Ctrl + F”
      Her kanst tú eisini gera soleiðis: dupultklikk á lyklaorðið/leitiorð, trýst á “Ctrl + F”, leitiorðið verður skrivað í leititeigin av sær sjálvum (tó ikki galdandi fyri Adobe Reader DC).

Meðan tú lesur:

  • Hvat:
    • Fylg við egnari lesifatan og ver aktiv/-ur í lesingini
  • Hvussu:
    • Ger smáar steðgir av og á, har tú spyrt teg sjálva/-n: “Havi eg skilt tað, sum eg havi lisið higartil?”, og les møguliga okkurt umaftur ella meira gjølla.Umhugsa, um lesiferðin er røtt, um tú nýtir lesi- og skrivitøkni til upplestur av tekstinum. Rætta lesiferðin kann vera ymisk, alt eftir um tað er eitt lætt ella torført tekstpetti, sum verður lisið upp.Marka og slá tey orð upp, sum tú ikki kennir merkingina av.Ger notur við egnum orðingum (seta leinki í orðið “notur” til partin um “Notur” aðrastaðni á heimasíðuni”).
    • Brúka deildan skíggja til at skriva notur ella um tú hevur uppgávur ella spurningar, tú skalt svara, grundað á tekstin. So fært tú lættliga frískað upp, hvat tað var, tú skuldi leggja fokus á, um tú gloymir tað.
  • Hví:
    • Fyri at fáa so nógv sum gjørligt burturúr at lesa ein tekst, er neyðugt at vera ein aktivur lesari. Tvs. at tað er týdningarmikið, at tú fylgir við tínari egnu fatan av innihaldinum, meðan tú lesur.
    • Tá tú hevur eitt mál við at lesa tekstin – eitt lesimál –, er lættari at fylgja við, um tú hevur fingið tað burturúr tekstinum, sum tú hevði sett tær fyri, og sum tær t.d. tørvar at skilja fyri at kunna svara uppgávum til tekstin.
  • Eyka prei:
    • Her á síðuni finnur tú skabelónir til ymisk sløg av notum og hvussu tú brúkar deildan skíggja.

Eftir lesingina:

  • Hvat:
    • Skapa yvirlit yvir tað, sum tú hevur lært av tekstinum.
  • Hvussu:
    • Ger ein samadrátt av tekstinnihaldinum við tínum egnu orðum, myndum og/ella tekningum. Hugsa um, hvørt tað er okkurt, sum tú ikki skilti, og hevur brúk fyri lesa umaftur ella meira gjølla, um nakað var, sum kom óvart á teg osfr.
  • Hví:
    • Fatanin av tekstinum verður betri av, at tú setir egin orð á, hvat tú hevur lært.Vitanin, tú hevur nomið tær gjøgnum tekstin, festir seg betur í minnið.
    • Tú finnur útav, um hevur rokkið tínum lesimáli, og nyttan av at lesa tekstin gerst sjónlig fyri tær.

Uppaftur

skriving

Kennist tað torført at koma í gongd við at skriva eina uppgávu? Er tað ringt at halda skil á, hvussu langt tú í ert komin í skrivingini? So eru góð ráð at heinta her.

Tilvitan um, hvussu tú fert í holt við at skriva eina uppgávu, hjálpir tær at skapa og varðveita yvirlit yvir ymisku partarnar í skriviprosessini, og hvar tú ert komin til í hesi prosessini. Hesir partar eru t.d. at fáa greiðu á, hvør móttakarin er, fáa hugskot/hugarok (brainstorm), finna útav, hvat tekstaslag og málstíl, tú skalt brúka, skriva, rætta í tekstinum osfr.

Ofta kunnu vit hava lyndi til at arbeiða við fleiri av nevndu pørtunum í senn og skriviarbeiðið kann harvið tykjast tyngri og meira fløkt, enn neyðugt. Við at býta skriviprosessina upp í partar, gerst týðiligt fyri tær, hvat tú eigur at hava mest fokus á júst har, tú ert staddur í prosessini.

Niðanfyri sæst ein mannagongd fyri, hvussu tú kanst fara undir skriviprossina á ein skipaðan hátt við at brúka skrivistrategiir.

Um tað er ringt at koma í gongd við at skriva og/ella er torført at skipa tekstin (gera dispositión), kann tað vera ein góð hjálp at brúka skriviskabelón.


Áðrenn tú byrjar at skriva:

  • Hvat:
    • Skapa yvirlit yvir endamálið við tekstinum, hvat hann skal innihalda, og hvussu hetta skal miðlast og til hvønn.
  • Hvussu:
    • Les uppgávuorðingina, og ger tær greitt, hvat endamálið er við tekstinum, hvat tekstaslag, tú skalt skriva, hvør móttakarin er og hvønn málstíl, tú skalt leggja teg eftir at brúka.Les tekstin, sum møguliga hoyrir til uppgávuorðingina, og/ella savna saman viðkomandi vitan og tilfar um evnið og skapa tær yvirlit yvir evnið.Hvat skal tín tekstur innihalda?
      Brúka t.d. hugarok (brainstorm) og notera lyklaorð, viðkomandi yrkisorð og góðar orðingar. Lat tankarnar fáa “frítt spæl” og hugsa ikki um møguligar stavivillur ella undarligar orðingar. Í hesari fyrireikandi fasuni er týdningarmikið ikki at rætta seg sjálva/-n og harvið steðga skapandi tonkunum. Skriva tað, tú hugsar.
      Tankakort (mindmap) er gott at brúka til at geva tær yvirlit yvir hugarokið. Til ber eisini at skriva tað inn í Onenote ella eitt Word-skjal.
      Brúka talu-til-tekst til at skriva lyklaorð og setningar, um stavingin annars steðgar skapandi prosessini. Eisini kanst tú tosa hugarokið inn á ljóðupptøku/-r (í t.d. OneNote), gera tekningar ella finna myndir, sum umboða tínar tankar og hugskot og seta inn í tankakort (mindmap).Avger, hvat fokus skal vera í uppgávuni grundað á møguligan fylgitekst og/ella vitan og tilfar, tú hevur innsavnað, umframt lyklaorð frá hugarokinum.
    • Skipa innihaldið, sum teksturin skal hava (ger eina dispositión).
  • Hví:
    • Tú gert tær sjálvari/-um greitt, hvat endamálið við tekstinum er og minkar harvið evnisøkið. Tað gerst lættari at halda fokus í skriviprosessini.Tá endamálið við tekstinum er greitt fyri tær, gevur tað tær eina ábending um, hvørjir partar av tekstinum og evninum eru mest umráðandi, og hvat tú skalt geva mest pláss og leggja mestu arbeiðsorku í.At skipa hugarok í t.d. tankakort skapar eitt yvirlit, sum tú bæði kanst brúka sum útgangsstøði til at skipa tekstin og kanst venda aftur til, um tú missir tráðin ella steðgar upp í skrivingini.
    • Við at brúka hugarok, áðrenn tú byrjar at skriva sjálvan tekstin, aktiverar tú tína undanvitan og orðafeingið innan evnið.

Meðan tú skrivar:

  • Hvat:
    • At halda fokus á, hvat er tað mest umráðandi at miðla til móttakaran, lesaran av tekstinum. Og at skapa góðan samanhang í tíðarraði (kronologiskt) og/ella millum høvuðsevni og deilevni í tekstinum á ein hátt, sum fylgir siðvenjum fyri aktuella tekstaslagið.
  • Hvussu:
    • Ver uppmerksom/-samur uppá at fylgja reglunum fyri tekstaslagið, sum tú skrivar, og at lúka málsligu krøvini, hetta tekstaslagið setur.
    • Velur tú onkuntíð at skriva onnur orð, ístaðin fyri t.d. yrkisorð, tí aktuella yrkisorðið er ov ringt at stava, sjálvt um tú annars kennir merkingina av tí og eisini dugir at brúka tað í fakligum samanhangi? So er gott at brúka funkuna “Orðauppskot” í CD-ORÐ ella IntoWords, til at finna rætta orðið og seta tað inn í tekstin ella at brúka talu-til-tekst til at skriva orðið, kopiera tað og seta tað inn í tekstin. Soleiðis fært tú víst, at tú kennir viðkomandi orð innan aktuella fakið.
    • Legg ikki størsta dentin á stavivillur, men hugsa mest um sjálvt innihaldið – hvat, tú vilt bera fram, og hvussu. Stavivillur, skeiva teknseting og aðrar møguligar villur rættar tú aftaná.
  • Hví:
    • Tað er umráðandi at brúka rætt tekstaslag og at halda seg til tilhoyrandi siðvenjur. Tekstaslagið ber ein part av boðskapinum i sær sjálvum – tað er t.d. við til at avgerða, um innihaldið verður miðlað hátíðarligt ella meira avslappað osfr.
    • Um tú leggur stóran dent á tað, sum er torført fyri teg, t.d. staving ella teknseting, meðan tú skrivar tekstin, tekur hetta orku og fokus frá tí skapandi partinum, har tú skalt miðla tín boðskap og vitan til móttakaran. Tí er tað gott fyrst at leggja høvuðsdentin á at fáa tað fram í tekstinum, sum tú ynskir, og síðani leggja teg málrættað eftir at rætta staving, teknseting, orðingar osfr. sum eisini er ein týdningarmikil partur av einum góðum skrivligum avriki.
  • Eyka prei:
    • Tað er snilt at brúka deildan skíggja (split screen), tá tú skrivar tekstin, so tú hevur skjalið við tekstinum opið á aðrari helvtini á skíggjanum og tankakort og/ella dispositión á hinari helvtini.

Eftir skrivingina:

  • Hvat:
    • Rættlestur fyri at finna villur í stavseting og teknseting, orðingar, ið møguliga skulu broytast, og at vita, um samanhangurin í tekstinum er nóg góður.
  • Hvussu:
    • Rætta fyri stavivillur og teknseting. Les ella lurtiles við upplestri við IntoWords ella CD-ORÐ.
      Um tað er torført at halda fokus á rættskrivingina og ikki byrja at lurta eftir sjálvum innihaldinum, er eitt gott ráð at seta forritið til lesa ein setning á gangin. Harvið er lættari at varðveita fokus.
      Upplestrarstrategiin “Les setning” er eitt gott amboð, um tú hevur trupulleikar við at seta ov nógv ella ov fá punktum.
      Brúka rættstavara og/ella “Orðauppskot” til at rætta møguligar stavivillur.Les ella lurtiles tekstin við fokus á, um hann hongur væl saman, hvørt orðingar skulu broytast, og um teksturin miðlar tað, sum tú ynskir, og/ella um tú svarar settu uppgávuni/spurningunum.
    • Ger neyðugar rættingar og broytingar. Les/lurtiles tekstin enn einaferð fyri at kanna eftir, um hann er liðugur, ella tú skalt arbeiða víðari við honum.
      Um ikki metir, at teksturin er klárur at avlevera, men ivast í, hvat tað er, sum  tú skalt arbeiða meira við, er tað eitt gott hugskot at spyrja faklæraran hjá tær um eina afturmelding um hetta.
  • Hví:
    • Meðan vit skriva tekst, kunnu vit ikki leggja líka stóran dent á allar partar av prosessini í senn: innihald, orðingar, staving, teknseting osfr. Men tá innihaldið er skrivað, ber til at fara undir at rætta og gera broytingar.
      Hesin parturin við at endurskoða tekstin er ógvuliga týdningarmikil fyri samlaða skrivliga avrikið, og eigur ongantíð at vera lopin um. Allir hesir partarnir eru við til at økja sannlíkindini fyri, at tað eydnast tær at miðla tína vitan og boðskap á ein hátt, so at móttakarin fatar tekstin soleiðis, sum tú ynskir – at tú nært endamálinum við tekstinum.
  • Eyka prei:
    • Um tú hevur tíðina til tað, er gott at lata tekstin liggja 1-2 dagar, tá tú heldur teg vera lidnan við hann, og so lesa hann ígjøgnum aftur og kanna eftir, um nakað meira skal gerast við hann, áðrenn tú letur hann inn.

Uppaftur

gerandisdagurin

Hevur tú hevur lyndi til at gloyma heimaarbeiði, ella at drála og bíða til síðstu løtu við at fara í holt við tað? So er skilagott at royna onkur amboð, sum kunnu hjálpa tær við at skipa uppgávur og aktivitetir í gerandisdegnum annars. Tað kann gerast talgilt ella við til dømis einum pappírskalendara.

Fyrimunurin við at brúka talgild amboð er, at tú harvið aloftast hevur atgongd til upplýsingarnar frá øllum tínum talgildu eindum. Møguligar broytingar á einari talgildari eind verða synkroniseraðar til aðrar møguligar eindir hjá tær, um tú ert innritaður har eisini.

Harumframt kanst tú leinkja til viðkomandi upplýsingar og/ella heimasíður undir hvørjari uppgávu/avtalu.

Ein pappírskalendari krevur, at tú altíð hevur hann hjá tær.

Uppaftur

Føroyskt og onnur mál

Tekstasløg
Tekstsløg 1. partur
Tekstløg 2. partur
Tekstsløg 3. partur
Mállæra

Føroyskt

Bendingar.fo
Á Bendingar.fo kanst tú leita eftir føroyskum orðum og bendingarsniðum teirra. Tú sært eisini bendingardømi um viðkomandi orðið.

Rættstavarin
Rættstavarin frá Setrinum virkar á sama hátt sum aðrir rættstavarar í t.d. Word – tvs. at orð við stavivillum fáa eina reyða striku undir. Eisini verða onkrar málllæruvillur rættaðar. Hesin virkar tó bara á Windows-teldum, offline.

Sí leinki til at heinta Rættstavaran her.

Sprotin.fo
Á Sprotin.fo eru nógvar føroyskar orðabøkur at finna. Her kanst tú víðka leitingina eftir einum orði til eisini at fevna um bendingarsnið og orðafrágreiðingar.

Harafturat ber til at kanna tekst fyri stavivillur. Tó skal okkurt takast við fyrivarni, sí markering við “!” á niðaru myndini – les meira um hetta á heimasíðuni hjá Sprotanum.

Videovegleiðingar

Nær enda navnorð við ð?
Nær skulu sagnorð hava ð?

Onnur mál

Á Ordbogen.com ber til at leita eftir týdningum á donskum, enskum, fronskum, sponskum og týskum orðum. Tá tú hevur funnið orðið, fæst yvirlit yvir bendingar við at klikkja á “Bøjningsskema”.

Uppaftur