Onki úrslit

Hugbreyt

Gymnasialt miðnám

Hugbreyt

Hendan breytin er fyri teg, sum hevur serligan áhuga fyri máli, bókmentum og samskifti. Tað, sum eyðkennir hugbreytina, eru tær málsligu og hugvísindaligu lærugreinarnar. Hugvísindi eru vísindi um menniskjað, mentan og mál. Her fært tú innlit í persónsmensku, ymisk mentanarlig viðurskifti og breiða vitan innan hugvísindi, sum er gott grundarlag fyri víðari hægri lestri. Á hugbreytini hevur tú serliga góðan møguleika at arbeiða við bókmentum, heimsmentanum og mentan annars.

Fremmandamál, danskt, enskt, religión, søga, lívfrøði og landafrøði eru lærugreinar, sum sermerkja hugbreytina. Sum á hinum breytunum, hevur tú eisini á hugbreytini møguleika at velja ymiskar aðrar lærugreinar, so tú fært ment teg tann vegin, tú hevur hug til. Við at sameina mál og bókmentir við lærugreinar, sum tú velur, gevur hugbreytin møguleika fyri víðari lestri á flestu hægri útbúgvingum innan hugvísindi, samskifti og samfelagsvísindi.

Leiðsskipanin (2024-): Bygnaður og lærugreinar

Á hugbreytini eru fimm leiðir (H1-H5). Leiðirnar eru nevndar eftir teimum A-stigum (og onkuntíð B-stigum), sum eyðkenna leiðina. Á myndini niðanfyri er eitt einfalt dømi um, hvussu leiðin H1 er skipað:

Í teimum fimm køssunum niðanfyri fært tú meira gjølla útgreinað yvirlit yvir tær lærugreinar og teir valmøguleikar, sum tú hevur á leiðunum á hugbreytini.

Hetta skalt tú vita og hugsa um, tá tú velir leið á hugbreytini:

Leiðirnar H1 og H2 hava 5 A stig og 2 B stig. Á H1 hevur skúlin valt danskt A og týskt B. Tú skal bara velja Fremmandamál A og listalærugrein. Á H2 hevur skúlin valt eitt mál afturat tí kravda á breytini (Danskt A), so tú skal velja Fremmandamál B og fremmandamál A.

Á H3, H4 og H5 skal tú velja eina listalærugrein, eitt fremmandamál B ella Danskt A og Fremmandamál A.

Tú ert altíð vælkomin at venda tær til Næmingatænastuna við spurningum um útbúgvingarnar á Glasi. Tú kanst senda teldupost til lv@glasir.fo ella venda tær til ein av lestrarvegleiðarunum í yvirlitinum her.

H1 – Danskt A og týskt framhaldsmál B

Yvirlit yvir leiðina:

 

H2 – Enskt A og danskt A

Yvirlit yvir leiðina:

H3 – Enskt A, lívfrøði B og ítróttur B

Yvirlit yvir leiðina:

 

H4 – Samfelagsfrøði A og landafrøði B

Yvirlit yvir leiðina:

H5 – Tónleikur A/myndlist A og støddfrøði B

Yvirlit yvir leiðina:

Frítt val – lærugreinayvirlit

UPPTØKUTREYTIR

Treytin fyri upptøku er, at tú hevur:

Tað er krav, at tú hevur haft týskt í fólkaskúlanum fyri at verða upptikin á hugbreyt. 

Tú skalt hava fullført 9. flokk fólkaskúlans ella hava samsvarandi útbúgving frá øðrum lærustovni. Tú skalt hava lokið kravdu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki í skrivligum føroyskum, donskum, enskum og rokning/støddfrøði og hava lokið munnligu próvtøkur fólkaskúlans í 9. flokki, sum Mentamálaráðið hevur tikið út.

Lýkur umsøkjari ikki onkra av omanfyristandandi treytum, kann einstaki skúlin gera eina ítøkiliga meting og taka støðu eftir henni. Vilt tú verða upptikin á náttúrubreytina, skalt tú hava fingið royndarfyrireikandi undirvísing í 2 ár í minsta lagi í alisfrøði og evnafrøði.

Til berl at søkja inn á miðnámsútbúgvingarnar við talgildum umsóknarblaði, sum virkar saman við dátugrunni, sum skúlar skráseta støðu- og próvmet í. Brúkar tín skúli dátugrunnin, heintar skipanin sjálv persónsupplýsingar, støðu- og próvmet fram í umsóknarblaðið.

Far inn á talgilda umsóknarblaðið her: www.innskriving.fo.