Yvirlit yvir útbúgving

Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið
Tá ið tú fert at velja útbúgvingarleið eru nógv val. Ein leið er tann yrkisakademiska.

Tær yrkisakademisku útbúgvingarnar geva tær amboð og førleikar, sum tú kanst brúka beinleiðis bæði í almennu  og privatu vinnuni. Vit taka støði í ítøkiligum dømum og “casum” úr fyritøkum og feløgum.

Ein partur av útbúgvingini eru tríggir mánaðir i praktikk, har tú ognar tær royndir at arbeiða í einari fyritøku, sum hevur brúk fyri førleikum innan tænastubúskap. Tað munnu vera fáar fyritøkur, sum ikki hava brúk fyri júst tí.

Ein yrkisakademisk útbúgvingarleið leggur dent á innovatión og entreprenørskap, og fokus er á altjóða viðurskifti. Tað ber til at fara uttanlands í praktikk, og vit arbeiða við eini loysn, so tað fer at bera til at velja at vera lesandi á enskum máli.

Tað tekur tvey ár at lesa Tænastubúskap. Eftir lokið prógv ber til at fara víðari til professiónsbachelor.

UPPTØKA FYRSTU FERÐ Í 2020 – SØK INNAN 1. JULI