Hósdagin 25. januar var prógvhandan á Glasi í sambandi við, at Jan Gaard, Rógvi S. Holm og Hallur Djurhuus eru blivnir byggifrøðingar. Útbúgvingin er eitt samstarv millum Glasir og VIA í Horsens.

Í løtuni ber til, at taka útbúgvingina Byggitøkni á Glasi, hon tekur 2 ár. Útbúgvingin gevur, aftaná 1½ ár, atgongd til byggifrøði útbúgvingina í Horsens, sum síðani kann takast uppá tvey ár.

Hetta verður gjørt sambært avtalu millum stovnarnar. Avtalan ber eisini við sær, at starvsvenjingin og høvuðsuppgávan kunnu avgreiðast í Føroyum, soleiðis, at tey lesandi bert skulu av landinum í eitt ár.

Teir tríggir, Jan Gaard, Rógvi S. Holm og Hallur Djurhuus eru teir seinastu higartil, sum hava nýtt hendan møguleikan og eru nú lidnir sum byggifrøðingar. Sum skilst eru fleiri ávegis.

Vit ynskja teimum trimum hjartaliga tillukku við prógvunum.